HB er aftur á heiðursmerkjaplássi

Víkinga liðformaðurin sá reytt í síðstu løtu, tá ið víkingarnir royndu at javna

Tað var HB, sum fór við øllum stigunum, tá ið Víkingur í kvøld vitjaði í Gundadali. Úrslitið var 2-1 til HB, sum serliga í 1. hálvleiki var omaná. Úrslitið ber við sær, at HB lyftir seg upp um Víking og nú er á triðja plássi. HB hevur 15 stig, og Víkingur hevur 14 stig.

Sigursmálið skoraði Alex José dos Santos, sum saksaði bóltin í tóma málið, eftir at Víkinga málverjin Geza Turi hevði mist bóltin, tá ið horna varð sent innfyri.

Víkingarnir vóru í øðini, tí dómarin ikki í hesi støðuni bríkslaði fyri frísparki til Víkinga málverjan, og í tí sambandi sá liðformaðurin Atli Gregersen gult.

Síðstu minuttirnar varð Atli Gregersen í álopinum. Tað kostaði eitt gult kort aftrat og harvið reytt kort, tá ið Víkinga liðformaðurin var í samanbresti við HB málverjan.

Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen var ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í 1. hálvleiki:  

-Vit vóru als ikki við í 1. hálvleiki. Tá runnu vit aftan á teimum í staðin fyri sjálvir at taka ábygd. Vit vóru hepnir, at munurin í steðginum bara var eitt mál. Eftir steðgin var tað munandi betri hjá okkum. Tí er tað harmiligt, at vit mistu javnleikin við máli, har dómarin avgjørt átti at havt bríkslað fyri frísparki til Geza Turi. Eg kundi væl livað við tí, um HB hevði skorað upp á onkran annan av møguleikunum, sum teir spældu seg til, sigur Sigfríður Clementsen.

Levi Hanssen setti undan steðginum hol á við stútara eftir innlegg úr høgru frá Christiani R. Mouritsen, sum í 1. hálvleiki var sera væl upplagdur. Finnur Justinussen javnaði við stútara, eftir at Súni Olsen hevði lagt fríspark innfyri. Og so var tað, at Santos saksisparkaði bóltin í málið og harvið tryggjaði HB sigurin.

HB málverjin Teitur M. Gestsson var sera fegin um sigurin:

-Tað var viljin, sum bar sigurin við sær. Vit vistu, at úrslitið hevði ógvuliga nógv at siga fyri okkara møguleikar at vera við í kappingini í toppinum, og Víkingur eigur eitt gott lið, staðfesti HB málverjin, sum ikki legði í at viðmerkja støðuna, ið bar við sær, at Atli Gregersen varð vístur av vøllinum.

 

B36-AB 1-1 (0-0)

1-0: Hans Pauli Samuelsen 56.

1-1: Jógvan Skeel Nolsøe br 90.

 

HB-Víkingur 2-1 (1-0)

1-0: Levi Hanssen

1-1: Finnur Justinussen

2-1: Alex José dos Santos

 

EB/Streymur-TB 0-3 (0-1)

0-1: Eirikur M. Ellendersen 14.

0-2: Albert Adu 63.

0-3: Franck Able 76.

 

NSÍ-KÍ 3-0 (1-0)

1-0: Hákun Edmundsson 42.

2-0: Jónhard Frederiksberg 69.

3-0: Klæmint A. Olsen 73.

 

ÍF-FC Suðuroy 2-3 (1-2)

1-0: Clayton Soares 5.

1-1: Jón Krosslá Poulsen 17.

1-2: John Tordar Poulsen 25.

2-2: Adeshina Lawal 57.

2-3: Mamuka 70.

 

NSÍ 21

B36 18

HB 15

Víkingur 14

ÍF, TB og KÍ 11

FC Suðuroy 9

AB 6

EB/Streymur 3

 

10. umfar

8. mai

ÍF-NSÍ

9. mai

FC Suðuroy-B36

10. mai

KÍ-Víkingur

TB-HB

AB-EB/Streymur