2. deild
Tað kom einki mál, tá 2. deildarliðini hjá HB og KÍ hittust í Gundadali leygardagin. HB hevði júst vunnið óvæntaðan sigur ímóti ÍF, meðan KÍ eisini hevur savnað sær nógv stig higartil. Men tað var ikki tí, at eingir møguleikar vóru at gera mál ? als ikki.
KÍ kom til Havnar eftir einum stigi, og tað fingu teir eisini við sær norðuraftur, men tað leikaði hart á, áðrenn dómarin brísklaði dystin av.
HB álopið við Gunnari Mohr og Eyðuni Samuelsen hevði fleiri góðar møguleikar at gera mál. Longu í fyrra hálvleiki hevði Eyðun tveir opnar møguleikar, men tvørstongin stóð í vegin. Besti møguleikin hjá KÍ í fyrra hálvleiki var tá Gunnleiv Biskopstøð varð spældur leysur í høgra borði, men skotið fór fram við málinum hjá Kaj Leo Johannesen.
KÍ hevði nógv fólk aftanfyri bóltin, vardi á egnari hálvu og dúvaði síðani upp á mótálop. HB hevði stóran part av spælinum, teir brutu stundum ígjøgnum í síðunum, og eisini bóltar mitt fram eftir vøllinum skaptu vandastøður.
Brotsspark í seinastu løtu
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. HB kom til nógvar kjansir, og onkrir teirra vóru stórir. Enn einaferð vóru tað álopsspælararnir, sum ferð eftir ferð komu í góðar støður, men eingin bóltur fór fram við John Williami Joensen, sum var ein brandur í málinum. Ofta var tað lætt hjá honum at verja fyri, men tað vóru eisini nakrar støðu, har John William bjargaði sera væl.
Størsta møguleikan fekk HB stutt fyri leiklok, tá KÍ verjuspælari kom at gera eitt heldur klossut brotsspark. Heldur ikki hesaferð eydnaðist HB at skora, tí HB-spælarin sendi á tvørstongina og út í spælið.
Og so var um reppið at KÍ stjól øll trý stigini, tí í seinastu løtu høvdu teir sín størsta kjans eftir gott álop í høgru. Inni við málið stóð Gunnleiv Biskopstø púra leysur, men hann skjeyt beint á Kaj Leo í HB málinum.
Tað hevði verið beint ímóti býti av kjansum og spæli, um KÍ hevði vunnið dystin, tí HB vildi meira hendan dystin. KÍ fekk tó eina stigið við sær, og tað vóru klaksvíkingar, sum ikki høvdu allar sínar vanligu menn við, væl nøgdir við.
Dysturin í tølum
HB-KÍ 0-0










