HB droymir um Europa

Hjá FC Suðuroy snýr tað seg um at hava so nógv stig sum møguligt við niður í næstbestu deildina
Tað er framvegis møguleiki fyri, at HB skal kvalifisera seg til altjóða fótbólt næsta summ­ar. Møguleikin er fyrst og fremst treytaður av, at tað fæst full úrtøka burtur úr í trimum teim­um síðstu umførunum, og at KÍ og Víkingur ikki vinna fulla úrtøku. Sunnudagin gók HB seg nærri altjóða luttøkuni, tí tá vóru bæði KÍ og Víkingur part­ur av javnleiki.
Sunnudagin fer HB til Vágs, har tað í 2. umfari eydnaðist at vinna 1-0 við máli, sum Hallur Hansson skoraði, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
Bæði HB og FC Suðuroy spældu í Gundadali síðsta sunnu­dag. HB vann 4-0 á B68, og FC Suðuroy tapti 3-1 ímóti B36.
– Vit spæla fyri at vinna so nógv stig, sum vit kunnu, áðrenn vit fara í 1. deild. Tað hevur týdning fyri fyri­reik­ing­arnar til næsta kappingarár, segði Palli Augustinussen eftir tapið í Gundadali.
Bæði FC Suðuroy og HB hava teir somu tøkar, sum spældu síðsta vikuskiftið.

FC Suðuroy - HB: Alex Troleis
sunnudagin klokkan 14.45