HB-dreingir til Danmark

Í døgunum 31. juli til 6. august fer eitt smádreingjalið hjá HB til Keypmannahavnar at luttaka í elitukappingini KB Cup. Kappingin er fyri innboðin lið, og umframt HB taka eitt nú KB, Brøndby, FC Midtjylland, OB Malmø FF lut. HB-smádreingirnir skulu búgva hjá KB alla tíðina, og tíð verður eisini til venjing.