Í gjárkvøldið vóru HB spælararnir inni á Svangaskarði og vandu. Í kvøld hava teir frí frá venjing, og í annaðkvøld klokkan 19 skulu teir standa andlit til andlit við finska Vasa í fyrru royndini í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup kappingini.
HB hevur verið á sjey daga langari venjingarlegu í Brøndby, og tað er synd at siga, at teir hava ligið á tí løtu síðuni. Teir eru farnir av seingini heilt tíðliga, og teir hava vant tríggjar ferðir um dagin. Teir hava ongan venjingardyst spælt, men tað hevur venjarin sjálvur gjørt av. Hann vildi ikki spæla, tí so fór hetta við einum heilum degi, og so metti hann, at tað fóru ov nógvar venjingar fyri einki.
Venjingarlegan í Danmark hevur bæði verið liður í fyrireikingunum til Europa Cup og fyrireiking til seinnu hálvu av landskappingini, sum tað fyri HBsa viðkomandi verður farið undir mánakvøldið 3. august, tá teir eru komnir aftur úr Finnlandi.
Breiddin
Kaj Leo Johannesen er ein av royndastu spælarunum hjá HB. Hann hevur verið við í Europa Cup allar fýra ferðirnar, sum HB hevur tikið lut har síðani 1993, og hann var eisini við í 1995, tá HB noyddist at taka til takka við Intertoto Cup kappingini.
Royndi málverjin er ikki so avgjørdur í sínum útsøgnum, sum hann onkuntíð hevur verið og sum pressuni hevur hóvað væl, men Kaj Leo er ikki í iva um, at HB er væl fyri:
? Vit hava havt skilagóða venjing síðani eina ferð í januar, og nú hava vit vant sera nógv í Danmark í eina viku. Vit hava ein skilagóðan mann at standa fyri venjingini, og eg haldi eisini, at vit hava eina manning, sum átti at havt møguleika at staðið seg væl í Europa Cup.
Hvussu er henda manningin øðrvísi, enn hon áður hevur verið?
? Vit hava størri breidd, enn vit hava havt áður. Vit vóru 18 spælarar á venjingarlegu, og eg haldi, at allir kunnu standa seg í einum Europa Cup dysti. Í slíkum dystum er neyðugt við nógvum dygdum. T.d. skulu spælararnir hava góðan bóltkunnleika, teir skulu vera skjótir, kropssterkir og so er ikki minst týdningarmikið at hava spælarar, sum hava verið við áður og tískil vita, hvat tað snýr seg um. Eg haldi, at vit í ár hava nógvar spælarar, sum hava nógvar av hesum dygdunum.
Hugsar tú serliga um nakrar spælarar?
? Allir spælararnir eru týdningarmiklir, og allir skulu spæla væl, um vit skulu røkka einum góðum úrsliti, men tað hevur verið sjón fyri søgn í landskappingini og steypakappingini, at menn sum Hans Fróði Hansen, Hans á Lag og Allan Mørkøre hava staðið seg sera væl, og so hava vit allar hinar, ikki minst Inga Rasmussen, sum er ein slítari á miðvøllinum, Rúni Nolsøe, sum knýtir tingin saman, og Jan Dam og Jens Erik Rasmussen, sum hava nógvar altjóða royndir á landsliðnum.
Hugburðurin
Kaj Leo Johannesen sigur, at teir vita ikki so nógv um mótstøðuliðið úr Vasa:
? Men teir eru í løtuni fremstir í finsku landskappingini, og tað sigur okkum, at talan verður um stóran bita, tí finskur fótbóltur verður styrkismettur væl omanfyri føroyskan fótbólt.
Higartil hevur einki føroyskt felag megnað at spælt seg víðari úr innleiðandi umfarinum í Europa Cup. Í 1993 kom HB víðari, men tað var tí letlendsku mótstøðumenninir møttu ikki á Svangaskarði. Hvussu metir Kaj Leo Johannesen um vánirnar at koma víðari hesa ferð?
? Tað verður torført, tí sjálvt um vit hava staðið okkum væl í Føroyum í ár, so er tað heilt øðrvísi í Europa Cup, har ferðin er hægri, og tískil vandin fyri mistøkum og sektan av teimum størri. Vit hava arbeitt nógv við hesum á venjingarleguni, ikki minst við at tetta í síðunum, at syrgja fyri at verjan alla tíðina er skipað og at megna skjótt at venda úr verjustøðu og í álopsstøðu. Vónandi fer hetta at síggjast aftur á vøllinum, tá tað nú verður álvari.
? Og so hevur hugburðurin til uppgávuna so sera nógv at siga. Venjarin hjá okkum hevur roynt at potað inn í okkum, at vit hava møguleika samanlagt at vinna, og um vit fara á vøllin við virðing fyri mótstøðumonnunum, uttan at vit harvið kenna okkum at hava tapt frammanundan, og um vit trúgva uppá, at vit kunnu vinna, so hevur tað nógv at siga.
? Og kann eg so fáa loyvi at skoyta uppí, at í altjóða dystum sum hesum hevur tað sera stóran týdning, at vit fáa uppbakking frá áskoðarunum. Tað skal merkjast, at vit eru á heimavølli, og eg vóni sanniliga, at hesa ferð koma nógv HB viðhaldsfólk inn á Svangaskarð at stuðla okkum, er síðsta heilsanin hjá Kaj Leo Johannesen, veteraninum í HB málinum, sum saman við liðfeløgunum heldur frí frá venjing í dag, meðan teir hava hugsanirnar rættaðar fram móti stóru uppgávuni í annaðkvøld klokkan 19.