HB-B68 1-0 (0-0) Samrøður við høvuðsvenjararnar (FM1)

(FM1) Hoyr Jonas Dal Andersen (HB) og Øssur Hansen (B68) seta orð á 1-0 sigurin HB vann á B68 á Tórsvølli

B68 vardi væl burtursæð frá allarfyrstu løtuni, og HB hevði ikki ein líka effektivan dag sum teir hava havt móti øðrum lægri liðum á Tórsvølli hetta kappingarárið, og so endaði tað 1-0 til HB uppá eitt sjálvmál sum kom áðrenn ein minuttur var farin av dystinum.

 

HB - B68 1-0 (1-0)

 

1-0: Sjálvmál 1.

 

TRÝST á hesa leinkjuna frá SoundCloud:

 

https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/fm1-090521-hb-b68-1-0-0-0-samrour-jonas-d-andersen-hb-og-ossur-hansen-b68

 

og hoyr frá FM1:

 

1) Samrøðu við høvuðsvenjarin hjá HB, Jonas Dal Andersen sum kann fegnast um trý vunnin stig, men kann iðra seg um, at tað ikki gekk betri at lirka verjuna hjá B68 upp.

 

2) Samrøðu við høvuðsvenjarin hjá B68, Øssur Hansen sum kann iðra seg um sjálvmálið sum kom aftaná fá sekund, men sum annars kann fegnast um eitt gott avrik hjá sínum monnum á Tórsvølli í dag.