Í HB hava teir ein dag eyka at hvíla seg í og harvið at slikka sárini eftir tapið í framúr steypafinaluni ímóti EB/Streymi mikukvøldið.
Men tað er ikki orsaka av steypafinaluni, at uppgerðin millum HB og GÍ ikki verður fyrrenn í annaðkvøld.
Dysturin er ikki útsettur. Í skránni er hann ásettur at vera mánadagin 20. august. Hetta varð sjálvandi lagt soleiðis til rættis langt áðrenn tað var greitt, at HB fór at verða annað finaluliðið.
At tað hesa ferð verður mánadagsdystur í Gundadali kemst av, at bæði havnarfeløgini eiga heimadyst í 19. umfari.










