Í morgin klokkan 15 verður fyrsti dysturin í 16. umfari í Betri deildini hjá monnum, tá HB í Gundadali tekur móti TB. HB hevur næstan allar mans tøkar, men enn verður bíðað eftir fyrstu minuttunum hjá René Shaki Joensen.
- Eg eri bara venjari í felagnum. Hatta mást tú spyrja fysioterapeutarnar um, segði Heimir Guðjónsson, tá hann eftir 2-2 javnleikin móti Linfield bleiv spurdur, um vit koma at síggja René Shaki Joensen á vøllinum í Belfast um eina viku.
Tað er heldur ivasamt um René Shaki Joensen verður á síggja á vøllinum 27. juli. Fyriuttan landsliðsspælaran, so er bara Andreas Breimyr skaddur. Spurningurin er hvussu nógvar broytingar Heimir Guðjónsson velur at gera, nú tá HB eisini spælir í Europa League.
Hetta er ein søguligur klassikari í føroyskum fótbólti. Seinast liðini møttust endaði tað við javnleiki í Trongisvági. HB er í løtuni á fimta plássi og rennur aftaná hinum fýra stóru. Tí er ein sigur næstan eitt krav, um HB skal endurvinna FM-heitið frá í fjør.
Betri deildin menn 16.umfar:
Leygardagin 27. juli
HB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1
Skála-ÍF (17.00)
AB-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin 28.juli
B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1
KÍ-NSÍ (útsettur til 18. september)
##ms##