HB av Argjum við fullari úrtøku

Tað hevur gingið væl hjá næstbesta HB liðnum, sum hevur verið á heiðursmerkjaplássi, og aftur í dag hilnaðist tað væl.

HB vitjaði á Argjum, og havnarmenn fóru heim um aftur ánna við fullari úrtøku.

Málini vórðu skorað eftir tíggju minuttum seint í 1. hálvleiki.

Málskjúttar vóru Bárður Mortansson í 28. minutti og Johan Ejvind Mouritsen í 39. minutti.

HB hevur 19 stig, og AB er í hinum endanum á talvuni við sjey stigum.