Chelsea er rættiliga trygt á odda í Premier League, og í dag klokkan 12.30 taka teir bláu ímóti Arsenal á Stamford Bridge leikvøllinum í London. Chelsea er níggju stig frammanfyri Tottenham og Arsenal. Liverpool og Manchester City liggja 10 stig aftanfyri Chelsea. Manchester United liggur heili 14 stig aftanfyri Chelsea.
Kortini heldur belgiski áleyparin hjá Chelsea, Edin Hazard, sum higartil hevur skotið 23 mál fyri Chelsea hetta kappingarárið, at Arsenal og Manchester United eru størstu kappingarneytarnir hjá Chelsea til at vinna meistaraheitið hetta kappingarárið. Hetta sigur Edin Hazard í samrøðu við Thierry Henry á SkySports sjónvarpsrásini.
Edin Hazard heldur ikki, at argasti, lokali arvafíggindin, Tottenham kann vinna Premier League hóast Tottenham vann á Chelsea fyrr í hesum kappingarárinum: - Tottenham er eitt sterkt lið. Vit taptu ímóti teimum, men hjá mær snýr tað seg meir um Manchester United. Teir hava væl fleiri royndir enn Tottenham. Tað er, ið hvussu er soleiðis eg síggi tað, sigur Edin Hazard við Skysports.
Vinnur Chelsea á Arsenal í dag verður Arsenal 12 stig aftanfyri Chelsea. Men fyribils heldur Edin Hazard, at Arsenal er ein stórur kappingarneyti í meistarastríðnum í Premier League.