Hawaii ger seg til reiðar til atomálop

Ávaringarlúður frá kalda krígnum vórðu royndarkoyrdar, so fólk eru tilreiðar til álop.

Fyri fyrstu ferð síðani kalda kríggið endaði, ljóðaði ávaringarlúður fríggjadagin í Hawaii í USA. Royndin er ein partur av vanlukkuætlan, sum skal fyrireikað ferðafólk og íbúgvar til eitt møguligt atomálop frá Norðurkorea.

 

 

 

Hawaii er fyrsti amerikanski staturin, sum tekur ávaringarskipanina frá kalda krígnum í brúk aftur. Tað sigur ein embætismaður frá vanlukkutilbúgvingini í Hawaii, sambært Ritzau. Ávaringarlúðurin ljómaði í áleið ein minutt, eftir at tilbúgvingarleiðslan hevði roynt ávaringarlúðrarnar fyri flóðaldu og aðrar náttúruvanlukkur, sum íbúgvar í Hawaii eru vanir at hoyra eina ferð um mánaðin.

 

 

 

Myndugleikarnir royndarkoyra hetta fyri at finna møgulig mistøk í ávaringarskipanini, eins og tað verður royndarkoyrt, um ávaringarlúðurin er nóg harður. Eftir royndarkoyringina fríggjadagin kundu myndugleikarnir staðfesta, at ljóðið hoyrdist at kalla ikki á kendu strondini Waikiki.

 

 

Trupulleikarnir millum USA og Norðurkorea veksa í vavi millum annað orsaka av, at Norðurkorea ferð eftir ferð hevur royndarkoyrt rakettir við spreingingarløðing. Mikudagin royndarkoyrdi Norðurkorea eina ballistiska rakett við einum møguligum flogmáli á 13.000 kilometrar. Eftir hesa roynd upplýsti Norðurkoreanska stjórnin, at landið nú er ført fyri at raka alt meginlandið í USA við sínum rakettum, og at landið nú sær seg sjálvt um eitt atomland.

 

 

 

Tað eru áleið 7500 kilometrar av opnum havi millum Hawaii og Norðurkorea. Harvið er staturin, saman við Alaska og Guam, tann staturin í USA, sum liggur tættast við stýrið hjá Kim Jong-Un. Í hesari vikuni hevur stakríkisstjórin í Hawaii, David Ige, sagt, at tað er ósannlíkt, at eitt atomálop er ávegis, men at tað er umráðandi at vera fyrireikaður. Embætisfólk siga sambært Ritzau, at bæði ferðafólk og íbúgvar í Hawaii hava minni enn 20 minuttir at leita sær skjól, um eitt álop er ávegis.

 

 

/ritzau/