Endamálið við lógaruppskotinum er at røkka málið hjá sitandi samgongu um at herða revsingina fyri oljudálking. Oljudálking á sjónum hevur negativ árin á vistfrøðiligu ringrásina og er ein støðug hóttan móti okkara týðandi náttúru- og fiskatilfeingi. Eitt tilfeingi, sum hevur alstóran fíggjarligan og búskaparligan týdning fyri Føroyar.
Landsstýriskvinnan metir, at tíðin er búgvin at herða bótastøddirnar fyri oljudálking. Hin nógv eftirspurda bunkringskunngerðin kom í gildi í summar, skipaferðslan kring Føroyar sær út til at standa við og økjast, kunnleikin til regluverkið er væl kent í skipavinnuni og fleiri dálkingarmál eru avgreidd við sektaruppskoti, síðani lógin kom í gildi í 2005, meðan okkurt eisini er avgreitt í Føroya rætti. Vanliga hugsanin tykist tó vera, at bótastøddirnar eru ov lágar og ikki muna nóg væl sum fyribyrging. Hetta verður vónandi broytt nú.
At hækka bótastøddirnar fyri lógarbrot, óansæð um lógarbrotini verða framd í havnum, á firðum og vágum ella á opnum havi, er eisini ætlað sum fyribyrgjandi tiltak. Harafturat verður heimilað, at revsingin fyri brot á fráboðanarskylduna um oljudálking, eisini kann avgreiðast við sektaruppskoti.
Hoyringsfreistin er mánadagin 7. februar 2011.











