Havtaska á vegnum

Vegurin við tunnilsmunnan á Oyrarbakkamegin var fjaldur av havtasku, sum var rósað úr lastini á einum lastbili


 

Lastbilurin, sum var á veg av Fiskamarknaðinum á Toftum til Kaldbaks, misti alla lastina á vegin, beint sum hann kom úr tunnlinum Oyrarbakkamegin.

Førarin á bilinum sigur, at hann hevði um tíggju tons av havtasku í lastini, og at hon brádliga fór á glið.

? Tá var einki at gera, og alt endaði á vegnum, sigur hann.

Lastbilurin hevur innilokaða last við presending, men ein slík presending heldur ikki um tíggju tons fara á glið eins og tey gjørdu í morgun. Tað gjørdi hendan heldur ikki, hon skrædnaði og alt fór á vegin.

Bilførarin og ein annar maður fóru alt fyri eitt at taka fiskin uppaftur. Nógvir kassar lógu á vegnum og onnur breytin var meiri ella minni blokerað so leingi sum havtaskan varð liggjandi á vegnum. Tí var neyðugt at fáa ruddað upp, sum skjótast.

Tá vit tosaðu við bilføraran, um middagsleitið, vóru teir um at vera lidnir, og sum skiltist á honum, vóru fólk frá landsverkfrøðinginum á veg á staðið at spula vegin, sum er vorðin heldur enn ikki hálur av øllum fiskinum.

Hví óhappið hendi er ikki gott at siga, men eitt boð er, at ferðin hevur verið heldur høg í mun til umstøðurnar, tá lastbilurin er komin úr tunnlinum.

Sum skilst verður fiskurin ikki burturbeindur hóast hann hevur ligið á vegnum. Hann verður brúktur sum onnur sortering.