Havt út við 100 mió. kr. í avlopi av sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum

Samstundis sum fullveldisfólk upp í saman pástanda, at vit sjálvi gjalda fyri sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, er veruleikin tann, at vit í tíðarskeiðnum 1988-99 hava havt eitt avlop upp á 93 mió. kr. av hesi viðgerð.

Tá ið gamla refusiónsskipanin í 1988 bleiv umløgd til ein blokkstuðul, bleiv blokkurin latin føroyingum sjálvum at umsita, soleiðis at skilja, at vit kundu nýta upphæddina í blokkinum, sum vit vildu og til annað, enn hann var ætlaður til. Soleiðis kundu vit t.d. nýta tann pening, sum var ætlaður til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, til eitt nú vegir og tunnellir ella hvat tað nú kundi vera.

5% ætlað til Ríkissjúkrahúsið

Men grundarlagið, blokkurin bleiv útroknaður eftir, var gamla refusiónsskipanin. Sambært upplýsingum frá Ríkisumboðnum var refusiónin til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum uml. 5% av samlaðu refusiónsupphæddini. Síðan blokkurin kom í gildi, er hann stórt sæð bert prístalsviðgjørdur. Verandi samgonga hevur t.d. samráðst við donsku stjórnina um at hækka samlaðu veitingina. Men grundarlagið er ongantíð broytt.

Tí er tað rætt at nýta hesi somu 5%?ini, tá ið metast skal um, hvussu nógv vit fáa frá dønum til sjúkraviðgerð uttanlanda, og tá einamest á Ríkissjúkrahúsinum.



Avlop upp á 93 mió.

Sambært upplýsingum frá Fíggjarmálastýrinum hava upphæddirnar verið hesar í mió. kr.:

Soleiðis hava vit í veruleikanum, síðan vit fingu blokkin, fingið 93 mió. kr. meiri til sjúkraviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, enn vit hava brúkt.


Grundað á skeivar fortreytir

Hetta er bert eitt av nógvum dømum um, hvussu fullveldislandsstýrið við skeivum upplýsingum roynir at fáa føroyingar at taka undir við vitleysu fullveldisætlani


Johan Petersen