Mánaðarskiftið apríl-mai vóru Bogi Hansen og Sólvá Eliasen frá Havstovuni á ráðstevnu í Wien hjá European Geosciences Union, sum er europeiskur felagsskapur fyri jarðarvísund.
Hav.fo skrivar, at Bogi Hansen helt ein fyrilestur á ráðstevnuni um rákið tvørturum Íslandsryggin og Sólvá Eliasen legði fram ein postara SUM KANN SÍGGJAST VIÐ AT TRÝSTA HER.
Sólvá Eliasen, sum arbeiðir við at kanna, hvussu veðurlagið ávirkar gróðurin á Landgrunninum, hevur gjørt eina meting av, hvussu sambandið millum sjógvin á Landgrunninum og havið uttanfyri ávirkar gróðurin.
Hennara fyribils úrslit vísa, at ábendingar eru um, at jú meiri avbyrgdur landgrunssjógvurin er frá sjónum uttanfyri, jú betri eru líkindini fyri góðum gróðri, og øvugt, jú meiri landgrunssjógvurin verður blandaður við sjógvin uttanfyri, jú verri eru líkindini fyri gróðurin.