Havstovan mælir til at skerja fiskidagatalið við helvt

Sambært tilmælinum hjá Havstovuni skulu tríggir skipabólkar hava helvtina færri dagar komandi fiskiár. Somuleiðis er húkaflotin ov stórur Havstovan mælir til, at skipabólkar 3,4 og 5, sum eru Línuskip, útróðrarbátar við línu og snellu og lemmatrolarar við maskinorku undir 500 hestakreftir fáa 50 prosent færri dagar næsta fiskiár í mun til í ár.

Hetta verður millum annað grundgivið við, at stovnarnir av toski á landgrunninum og á Føroyabanka eru søguliga illa fyri, hýsustovnurin í skjótari minking, og upsastovnurin tykist eisini í minking. Og tí sigur Havstovan, at støðan er hættislig.

At dagarnir verða skerdir við eini helvt hjá hesum skipabólkum merkir ikki ein helvtarskerjing men nakað nógv minni, tí tað er lítil møguleiki fyri, at tað koma at mangla dagar, tá fiskiárið nærkast endanum í ár. Heldur eru tað ávís skip, ið fara at hava nýtt sínar dagar.

Sambært Havstovuni er størsti einstaki trupulleikin í løtuni, at húkaflotin er alt ov stórur, og tí metir Havstovan, at stig eiga at verða tikin til at minka um hann.

Havstovan staðfestir tó, at tað ikki ber til at fylgja tilráðingunum frá ICES, sum eru, at ongin toska og hýsuveiða skulu verða, tí tað hevði havt katastrofalar fylgjur.

Vinnan heldur lítið um hesar ætlanirnar.

- ICES sigur, at vit onki skulu veiða og Havstovan sigur helvtina. Sjálvandi halda vit lítið um tað, tí fiskidagaskipanin riggar, sum hon skal. Tá lítil vinningur er, verða fáir dagar nýttir, og umvent, tá nógvur fiskur er, sigur Auðunn Kondradsson, formaður í meginfelag útróðrarmanna.

Hann leggur afturat, at tey skipini, sum klára seg rímiligt fara at mangla dagar, so hann dugir ikki at síggja ætlanina við hesum.

Jóhannus M. Olsen, formaður í felagnum línuskip, vil bíða við at viðmerkja, til fiskidaganevndin er komin við sínum tilmæli.

Havstovan metir somuleiðis, at dagarnir hjá partrolarum skulu skerjast við einum fimtingi.