Havstovan letur dyrnar upp fyri teimum forvitnu

Havstovan er ein av størstu granskingarstovnunum í Føroyum.

Og tískil halda tey, at tað er heilt nattúrligt, at tey lata dyrnar upp og bjóða forvitnum føroyingum á gátt, serliga tí yngra ættarliðnum úr skúlum og barnagørðum.

Havstovan skrivar á síni heimasíðu, at hvørt ár vitja eini 200-300 fólk í øllum aldri vitja Havstovnuna at kunna seg um virksemið á stovninum.

Talan er um alt slag av fólki, heilt frá pensionistafeløgum og næmingum úr miðnámsskúlunum, til skúlabørn úr fólkaskúlanum og smábørn úr barnagørðum.

Havstovan sigur tó, at dúgligast at vitja stovnin, eru fólkaskúlanæmingarnir.

- Her eru tað serliga næmingar, sum hava lívfrøði ella sjóvinnubreyt á tímatalvuni, sum koma á gátt.

Á slíkari kunningarvitjanum verður greitt frá, hvat stovnurin ger. Í hesum sambandi fáa tey vitjandi innlit í yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni, og tey verða kunnað um bæði havfrøði, veðurlag, fisk, fugl og hval.

- Eitt greitt tekin um, hvussu vælumtókt tað er at vitja Havstovuna, er, at somu lærarar koma aftur ár eftir ár við nýggjum árgangum av forvitnum næmingum.

Í ár hava eini 300 fólk vitjað stovnin, sigur Havstovan, sum eisini hevur tikið myndina.