Makrelur
Kristian Zachariassen vísir í síni frágreiðing á, at seinnu árini hevur tað víst seg, at meiri makrelur hevur verið á landgrunninum enn annars.
- Hetta hava bæði fiskimenn og Havstovan verið varug við. Í yvirlitistrolingunum hjá Magnusi Heinasyni var veiðan av makreli 4 ferðir størri á heysti í 2009 enn á heysti í 2008. Um farið verður longri aftur í tíðina, er munurin enn størri, sigur hann.
Kristian vísir á, at Havstovan gjørdi royndir at dyrgja eftir makreli í 1998 og í 1999.
- Tá var ein av niðurstøðunum, at makrelurin var ov ótættur til at fáa størri nøgdir. Tó var veiðan tá uppí nøkur hundrað pund onkran túr.
Hann sigur, at vaksandi nøgdirnar av makreli seinnu árini hava ført til, at ávísur áhugi hevur verið hjá monnum, sum eiga bátar, at dyrgja eftir makreli.
- Útgerðin hjá teimum hevur verið ymisk, men flestu bátar hava nýtt somu útgerð, sum Havstovan nýtti. Hetta er líknandi útgerð, sum norskir smábátar fiska við, sigur hann.
Kristian Zachariassen vísir á, at Havstovan hevur gjørt eina roynd at taka samanum royndirnar í 2009.
- Allir siga, at teir kundu havt fingið munandi nøgdir, men at trupulleikin var, at prísurin var ov vánaligur. Størsti trupulleikin var, at makrelurin er fullur av æti um summarið og heldur sær tí illa. Besti prísur, sum bátar fingu í 2009, var 5 krónur fyri kilo.
Hann sigur, at menn, sum Havstovan hevur tosað við, hava mest roynt í einum øki vestanfyri inni á landgrunninum.
- Tó gjørdi tann eini báturin ein túr 65 fjórðingar úr landi og fekk væl av makreli, sigur Kristian Zachariassen.
Í sambandi við stuttu frágreiðingina hevur Havstovan gjørt prát við tríggjar menn, sum hava fiskað makrel, eins og stovnurin eisini hevur tosað við virkisleiðara, sum keypti makrel frá bátunum.
Hetta fer Sosialurin at venda aftur til í blaðnum í morgin.