Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.
Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har tann politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.
Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 10 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Havstein Klein.
Hetta skrivar folkakirkjan.fo.
Havstein varð prestvígdur í 2010. Hansara fyrsta kall var í evangelisku luthersku kirkjuni í Mara, Tansania. Hann var virkarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í 2014.
Í desember 2014 tók hann við embætinum í Sandoyar prestagjaldi við sæti í Todnesi heima á Sandi.
Vit ynskja Havsteini gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á folkakirkjan.fo.











