Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoy prædikaði fyri eini fullari dómkirkju klokkan 11. Havstein Klein er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, sum ikki fyrr hevur prædikað á ólavsøku.
Uttan at nevna tað beinleiðis, tosaði hann um fyribrigið "FOMO", ið merkir "Fear Of Missing Out". Hetta merkir, at fólk eru bangin fyri ikki at fáa alt við, og tí ofta renna frá einum til annað.
Upp ímóti hesum setti hann orðini hjá Jesusi: "Tann, sum elskar lív sítt, missir tað".
Hetta tulkaði hann soleiðis, at um vit ikki finna frið við tað, vit hava, og støðugt leita eftir nýggjum upplivingum, har vit sjálv eru miðdepil, so ríka vit kanska ikki okkara lív, men missa tað.
Frálíka veðrið hevur hildið sær, men sambært fleiri veðurstovum, verður tað møguliga eitt gott hugskot at taka regnskjólið við til midnáttarsangin.