Havsins silvur fer fyri lítið og lætt

- Ein sildatúrur í dag svarar til ein svartkjaftatúr til ídnað, sigur Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu.

Fyrr í heyst varð spátt, at skip, manningar og samfelagið alt fóru at missa stór virðir, nú stóra føroyska sildakvotan skuldi fiskast upp á lutfalsliga stutta tíð. Sildin verður vanliga fiskað í oktober og november, og soleiðis verður helst eisini í ár.

 

Spurningurin hevur verið, um skipini fara at klára at fiska alla kvotuna, og um virkini á landi fara at megna at taka ímóti og geva ein líkinda prís, nú eitt av teimum trimum stóru virkjunum – Varðin Pelagic – ikki tekur ímóti.

 

Longu nú kann staðfestast, at sildaprísurin er nógv lækkaður í mun til tað, sum fekst fyri sildina í vertíðini fyri einum ári síðan.

 

Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu, sum eigur og rekur fleiri uppsjóvarskip, sigur, at miðalprísurin, sum skipini hjá teimum fingu fyri sildina um hesa tíðina í fjør, var 6,45 fyri kilo.

 

- Í løtuni fáa skipini hjá okkum millum 3 og 3,20 krónur fyri kilo. Hetta er minni enn helvtarprísur og er eftir okkara tykki ein ógvuliga lágur prísur fyri fyrsta floks sild.

 

Hann vísir á, at fyri keyptu sildina skulu rindast 1,44 krónur í miðal fyri kilo – og fyri restina av sildini skulu rindast 75 oyru fyri kilo í tilfeingisgjaldi.

 

- Í okkara føri svarar hetta til, at umleið ein króna skal rindast í miðal fyri sild, sum í løtuni verður veidd og seld fyri millum 3 og 3,20 krónur fyri kilo.

 

Hetta merkir, sigur skrivstovuleiðarin, at prísurin á sild nú er so lágur, at tá útreiðslur til keyp og tilfeingisgjald er drigið frá, svarar ein sildatúrur í dag til umleið ein svartkjaftatúr til ídnað, og hetta heldur hann vera rættiliga harmiligt.

 

- Tá havt verður í huga, at hetta er matfiskur, ið verður viðfarin sum slíkur og kemur til lands í lutfalsliga smáum nøgdum og í bestu dygd, fæst eftir okkara tykki alt ov lítið burtur úr hesum ediliga tilfeingi, sum sildin er, sigur Tórheðin Jensen.

 

Varðin í Gøtu hevur eins og Felagið Nótaskip heitt á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um loyvi at flyta part av eginkvotunum hjá skipunum av sild til næsta ár, tá sildakvotan hugsandi verður minni.

 

Men, landsstýrismaðurin, sum hevur lovað at koma við einum svari, hevur enn ikki latið við seg koma.

 

- Vit síggja nú úrslitið, har skip, manningar og samfelagið alt missa stór virðir, tí sildin verður landað fyri minni enn helvtarprís av tí, sum fekst fyri sildina í vertíðini í fjør, sigur skrivstovuleiðarin hjá Varðanum í Gøtu.