Tað hevur gingið avbera væl hjá ídnaðarfiskavirkinum Havsbrún í Fuglafirði í fjør.
Ja, tað gekk enntá so væl, at 1998 bleiv met ár hjá virkinum.
Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún sigur, at í fjør vóru 199.000 tons avreidd til Havsbrún.
Hetta eru heili 27.000 tons fleiri enn tað besta árið frammanundan.
Tað var 1988, tá ið Havsbrún tók ímóti umleið 172. 000 tonsum.
Annars hevur verið vanligt at eini 130.000 tons eru avreidd til Havsbrún um árið
Í 1997 tók Havsbrún ímóti 134.000 tonsum.
Annars hevur tað gingið væl hjá Havsbrún seinastu árini, men síðsta ár bar so av.
Prísiurin fallandi
Men tað er ikki bara í nøgd, at árið í fjør slóð met. Tað gjørdi tað eisini í virði.
Í fjør var avreiðingarvirðið á tí, sum var avreidd til Havsbrún, um 150 milliónir.
Og virðið á teirri lidnu vøruni hjá Havsbrún, lá um einar 300 milliónir.
Bergur Poulsen sigur, at prísurin hevur ongantíð verið so góður sum hann var í fjør.
Tó er tað ringt at nevna nakran kiloprís, tí hann er treytaður av so nógvum, bæði slagi, stødd og, hvussu feitur fiskurin er.
Men nú hevur prísurin toppað, sigur Bergur Poulsen.
? Hesar báðu síðstu mánaðirnar er prísurin á ídnaðarfiski til matnað fallin eini 50% sum heild og prísurin á fiski til ídnaða er fallin yvir 30% sum heild.
? Ymsar orsøkir til prísfallið.
? Eitt nú er ein orsøk til prísfallið á fiski til ídnað, at trupulleikarnir, sum suðuramerikanarar hava havt av El Nino er við at verða avhæsaður aftur. El-Nino er eitt veðurlagsfyribrigdi sum tekur seg upp av og á. Ein avleiðing av tí er, at sjógvurin hitnar, og so rýmir fiskurin longur út frá landi so at suðuramerikanarar fáa ikki fiskað hannn við teirra bátum, ið ikki eru so góðir sum okkara.
Hetta er komið væl við hjá okkum, tí nøkur av størstu fiskamjølsvirkjum í heiminum eru í Suðuramerika, helst í Peru.
? Men nú er El Nino við at hæsa av, so nú er fiskamjøl úr Suðuramerika atur farið at floyma á marknaðin aftur.
Bergur Poulsen sigur, at hetta hevur ørkymlað marknaðin og gjørt hann óstøðugan og hevur ført til eitt trivaligt prísfall. Tó væntar hann ikki, at prísurin fer at fella meiri.
Tvørturímóti væntar hann, at prísurin fer at hækka eitt sindur aftur og at hann so fer at leggja seg í eina fasta legu, sum er heldur hægri enn hann er í løtuni, tó at hann ikki kemur so langt uppaftur, sum hann hevur verið, tí í fjør vóru teir serstakliga høgir.
? So høgar prísir sum í fjør, koma vit ikki at síggja aftur í bræði. Men hvat so fer at henda longur úti í framtíðini er sjálvandi ilt at siga.
Eisini met í fóðuri
Eisini fóðurframleiðslan hjá Havsbrún setti met í fjør.
? Í fjør seldu vit 26.000 tons av fóðuri og tað er met, sigur Bergur Poulsen. Tað mesta verður selt á heimamarknaðinum. Men 6.000 tons vórðu útflutt til Hetlands og til Danmarkar.
Í løtuni arbeiða um 100 fólk á Havsbrún.
Í fjør betalti Havsbrún um 30 milliónir í lønum.