Fiskivinna
Leygardagin lá Krúnborg á Fuglafirði við 3.043 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fingið í altjóða sjógvi á Rock All-leiðini.
Sama dag kom eisini írska skipið Antarctic á Fuglafjørð við sløkum 1600 tonsum av svartkjafti. Ein annar íri, Vigilant, er eisini á veg hendanvegin.
Í kvøld kemur Finnur Fríði og í annaðkvøld Jupiter, báðir við svartkjafti.
Á Havsbrún siga tey, at okkurt er í ólagi á virkinum í Kilybegs í Írlandi, og tað er orsøkin til, at írskir og skotskir bátar hava stevnt til Føroya og Íslands at landa um dagarnar.
Virkið í Kilybegs kann undir vanligum umstøðum taka ímóti eini 800 tonsum um døgnið, meðan kapasiteturin hjá Havsbrún táttar í 2.000 tons um døgnið.
Christian í Grótinum er í løtuni á veg til Vestmannaoyggjarnar at landa.
Saksaberg og Høgaberg eru framvegis á lodnuveiði undir Íslandi. Teir byrjaðu seinni har yviri enn hini føroysku skipini.