Havsbrún
Í fjør keypti Havsbrún í Fuglafirði tilsamans 305.000 tons av ráfiski. Í ár eru rávøruútlitini ikki eins góð, og á virkinum vænta tey, at knógvar virkið tey 250.000 tonsini, tá árið er umliðið, so verður tað alt. Tað, sum ger munin á ráfiskanøgdini í ár og í fjør, er sildin.
Landa í Noregi
Avtalan um sildina førir við sær, at landingarbannið, sum norðmenn hava havt á sild, er burtur, og í ár kunnu føroysk skip eisini fiska ein part av føroysku kvotuni í norskum sjógvi.
- Sjálvandi er tað gott fyri skipini, at tey kunnu landa sildina til matna fyri ein munandi betri prís, enn prísurin er til ídnað. Hetta er ein partur av eini gongd, sigur Hartvig Joensen á Havsbrún.
Hann vísir á, at í fjør keypti Havsbrún millum 55.000 og 60.000 tons av sild tilsamans, men samlaða nøgdin av sild higartil í ár er bert 12.000 tons.
- Soleiðis koma vit ikki at keypa helmingin av sildini í ár, sum vit keyptu í fjør, leggur hann aftrat.
Í august í ár keypti Havsbrún umleið 5.000 tons av sild, men síðan hava skipini fiskað so norðarliga, at øll sildin er seld norskum virkjum til matna.
Sein sild í ár
- Sildin byrjaði lutfalsliga seint í ár og í juli, tá sildin var nærri okkara leiðum, keyptu vit smá 7.000 tons. Í fjør keyptu vit fyrstu nøgdina frá Atlantsfarinum longu 11. mai.
Hartvig vísir á, at við tað, at eingi føroysk skip heldur landa til matna í Kollafiðri, dettur einki á Havsbrún heldur.
- Heystið skuldi verið besta tíð hjá virkinum í Kollafirði, men nú sildin stendur norðarliga, endar lastirnar í Noregi.
Hann sigur, at tá ið fleiri sildalandingar eru til matna í Føroyum, dettur ein partur, sum ikki kann fara til matna, av í Fuglafirði.
- Men við sildaavtaluni er alt mynstrið í heyst broytt, leggur hann aftrat.
Hartvig sigur, at sjálvandi gevur nýggja sildaavtalan skipum og manningum góðar inntøkur, og tað er eitt kupp fyri teir.
- Sambært norskum fjølmiðlum sleppa fýra norsk virkir at selja sildavørur til Ruslands, men tað eru fleiri enn hesi fýra virkini í Noregi, sum keypa og virka sild. Í fjølmiðlunum skilst eisini, at kappingin í Noregi um sildina hevur verið hørð. Hetta hevur hildið prísunum uppi, men hugsandi er, at hetta samstundis hevur gingið eitt sindur útyvir avkastið hjá virkjunum.
Hartvig sigur, at tað, sum tey á Havsbrún nú vóna, er, at føroysku skipini fara á svartkjaftaveiði aftur í november og desember, so virkið tá kann fáa nakað av ráfiski aftrat.
- Síðan byrjar tann góða svartkjaftavertíðin aftur um hálvan januar, og hetta er vanliga besta tíðin hjá okkum, sigur hann.
Seinastu svartkjaftalastina keypti Havsbrún í juli. Hetta var smá 200 tons, sum Carlton legði upp í Fuglafirði.
Alternativ veiða
- Nú teir eru lidnir á sildini, hevur Carlton aftur verið úti og gjørt eina roynd eftir prikkafiski, men hendan royndin gav einki.
Hartvig sigur seg fegnast um, at alternativar royndir verða gjørdar, nú ráfiskaútlitini eru versnandi.
- Eitt er, at vit kunnu vænta at fáa minni sild um heystarnar, og annað er, at svartkjaftakvotan ætlandi skal minka tey næstu árini. Hetta ger, at alternativ eru kærkomin og ein av møguleikunum, ið vit vóna, at meira verður gjørt við, er royndin eftir prikkafiski.
Hann sigur, at teir á Carlton áður hava sæð skriftir í sjónum, sum ikki eru fingnar í trolið, og tí høvdu teir eitt serligt trol við hesaferð.
- Men nú sóu teir ikki skriftina, ið teir vónaðu at síggja á hesum túrinum, sigur Hartvig Joensen á Havsbrún.
Mánadagin var grønlendski báturin Erika á Fuglafirði við sløkum 400 tonsum av sild. Teir skuldu higar til lands eftir einum troli, og tí løgdu teir veiðina upp í Fuglafirði.