Fiskivinna
Sunnudagin og mánadagin landaðu fýra íslendskir bátar, Svanur, Beitir, Askell og Hofell, ídnaðarfisk til Havsbrún í Fuglafirði.
Bergur Poulsen sigur, at íslendsku skipini, sum hava roynt í føroyskum sjógvi, høvdu eini 3000 tons av svartkjafti tilsamans.
Nøkur føroysk skip hava eisini landað til Havsbrún fyrstu dagarnar í vikuni.
Krúnborg landaði 800 tons mánakvøldið, Kristian í Grótinum kom á middegi týsdagin við 1800 tonsum, og týskvøldið kom Norðborg við 800 tonsum.
Hvussu verður teir næstu dagarnar, dugdi Bergur ikki at meta um, tá ið vit frættu fyrrapartin í gjár.
Stutt at sigla
- Skipini hava øll roynt vestanfyri í føroyskum sjógvi. Væl hevur verið at fingið, men síðan hann øtlaði veðrið, er minni komið burtur úr.
Í síðstu viku keypti Havsbrún eisini væl av svartkjafti frá føroyskum og íslendskum skipum.
Spurdur, hví íslendsku skipini landa í Føroyum, sigur Bergur, at tað í fyrsta lagi er stutti teinurin til lands, nú svartkjaftaskipini royna vestanfyri Føroyar.
Veksandi nøgdir
Í fjør keypti Havsbrún umleið 250.000 tons av ídnaðarfiski, og høvdu vit ikki havt verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum tíðliga í summar, hevði árið 2003 verið rættiliga gott hjá virkinum í nøgd.
- Vit mistu sløk 60.000 tons av ídnaðarfiski í summar, meðan verkfall var. Soleiðis, sum gongdin annars hevur verið í ár, høvdu vit langt síðan havt fingið somu nøgd sum í fjør. Men verfallið rakti okkum sera meint.
Bergur Poulsen sigur at enda, at higartil í ár hevur Havsbrún keypt eini 270.000 tons av ídnaðarfiski, og væntandi koma samlaðu nøgdirnar uppá eini 280.000 tons, tá ið árið er liðugt.