Havsbrún fær nakað av svartkjafti

Seinastu dagarnar hava nøkur svartkjaftaskip landað til Havsbrún í Fuglafirði.

Seinastu dagarnar hava nøkur skip landað til Havsbrún í Fuglafirði. Skipini hava øll havt svartkjaft, men líkt er ikki til, at skipini eru full undir lúkurnar.

 

Á heimasíðuni hjá Havsbrún vita tey at siga, at Fagraberg var í gjárkvøldið við 1200 tonsum, og fyri nøkrum døgum síðan vóru tvey onnur skip eisini á Fuglafiði.

 

Seinasta leygardag var Norðingur inni við umleið 1800 tonsum, og seinni var eisini Høgaberg inni við 1600 tonsum av svartkjafti til Havsbrún.