Útbygging
Siloirnar á Havsbrún eru millum hægstu bygningsverk í Føroyum. Tær eru 35 metrar høgar og taka umleið 1000 tons av fiskamjøli hvør.
Yngvi Lava Olsen, sum er tekniskur leiðari á Havsbrún, sigur, at uppskipingin av tilfarinum til siloirnar byrjaði um ólavsøkumundið, og síðan hevur verið arbeitt við at seta tær upp.
Tað er danska fyritøkan, Assentoft Silo, sum hevur leverað siloirnar og setir tær upp. Hetta er ein fyritøka, sum hevur spesialiserað seg innan hetta slagið av siloum.
- Áðrenn siloirnar komu til landið, varð fundamentið stoypt, men hetta arbeiðið varð nógv tarnað av verkfallinum í vár.
Yngvi sigur, at samlaða arbeiði eisini er seinkað av tí, at verkfallið tarnaði stoypiarbeiðinum.
- Vit vænta, at siloirnar verða klárar at taka í nýtslu við endan av hesum árinum.
Hann sigur, at nú allar eru komnar upp at standa, verður arbeiðið, ið eftir er at gera, í sama mun sum higartil ikki bundið at veðurlagnum.
- Tað, sum nú er eftir, er at seta flutningsútbúnaðin upp, sigur hann.
Einir 200.000 bóltar eru í silounum, og tað má sigast at vera eitt velduga stórt tal.
Yngvi sigur, at siloirnar í fyrsta lagi eru ætlaðar til fiskamjøl, men kunnu eisini nýtast til eitt nú hveiti, meis og soya, sum eru rávørur í fóðurframleiðsluni.
- Siloirnar hava einki við fisk at gera, men eru bert ætlaðar til sonevndar pulvurvørur.
Havsbrún framleiðir eini 50.000 tons av fiskamjøli um árið.
Yngvi sigur, at útbyggingin kemur at hava stóran týdning fyri virksemið á Havsbrún.
- Í fyrsta lagi verður hetta ein stórur fyrimunur fyri handfaringina av fiskamjøli, serliga við avskiping. Arbeiðið verður lættari, skjótari, og vit verða minni darvaðir av vindi og veðri, tá ið avskipað verður.
Sum er, hevur Havsbrún ein hóp av mjølkontainarum, sum gera arbeiði nógv truplari, tí handfaringin verður nógv meira.
- Hetta er eitt annað slag av goymslu, sum kemur at gera arbeiðsgongdina nógv lættari, sigur Yngvi Lava Olsen at enda.
Útbyggingin á Havsbrún kostar einar 30 milj. krónur.