Árið í fjør royndist væl hjá P/F Havsbrún í Fuglafirði, hvørs høvuðsvirksemi er framleiðsla av fiskamjøli, fiskalýsi og fiskafóðuri
Ársúrslitið fyri 2008 líkist kortini nógv úrslitinum tey bæði árini frammanundan. Í 2007 hevði felagið eitt yvirskot upp á góðar 55 milliónur krónur. Í 2006 hevði felagið góðar 57 milliónir í yvirskoti, meðan felagið í 2005 hevði eitt hall upp á slakar fimm milliónir krónur.
Samlaða ognin hjá felagnum er nú slakar 420 milliónur krónur, meðan eginpeningurin er góðar 283 milliónur krónur.
Umframt høvuðsvirksemi hjá Havsbrún, so hevur felagið eisini dótturfeløg, sum framleiða aldan laks og síl. Framleiðslan verður seld bæði innanlands og uttanlands.
Eigararnir í P/F Havsbrún fingu 15 milliónir krónur í vinningsbýti, meðan stjórn og nevnd fingu 2,5 milliónir krónur í samsýning. Árini frammanundan var hesin postur sundurgreinaður, og tá fekk stjórin, Bergur Poulsen 1.797.000 krónur í løn, meðan nevndarlimirnir tilsamans fingu 605.000 krónur.










