Havrannsóknarskipið er ov dýrt

Løgtingið má hækka játtanina við 50 milliónum krónum, um nýggja havrannsóknarskipið skal byggjast.

 

 

Nú tilboðini um at byggja nýtt havrannsóknarskip eru latin upp, hevur Fiskimálaráðið valt at fara í samráðingar við MEST um at byggja skipið.

 

Tilboðið frá MEST var 264,1 milliónir krónur, men av tí, at Løgtingið einans hevur játtað 215 milliónir krónur í verklagslógini, eru samráðingarnar treytaðar av, at Løgtingið er sinnað at hækka játtanina.

 

Tað verður tó væntandi eingin trupulleiki, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur á landsstýrisfundi fingið undirtøku fyri at bera eitt uppskot um at hækka játtanina í Løgtingið.

 

Fimm skipasmiðjur vóru bidnar um at lata tilboð, men tá freistin var úti, vóru trý tilboð komin.

 

Lægsta tilboðið átti norska skipamiðjan SIMEK. Tilboðið leyk tó ikki minstkrøvini hjá fiskimálaráðnum og skipasmiðjan boðaði frá, at um krøvini skuldu lúkast, fór tað at hava týðandi meirkostnað við sær.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fegnast um, at føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar við skipasmiðjur í grannalondunum. Hann fegnast eisini um, at loksins verður eitt nýtt havrannsóknarskip bygt, sum kann avloysa Magnus Heinason, ið hevur tænt fyri seg.

 

Nýggja skipið verður minni enn havrannsóknarskip vanliga eru, men er tøkniliga á støði við skipini, sum grannalond okkara brúka til havrannsóknir.

 

Málið hevur alla tíðina verið, at nýggja skipið ikki skal vera dýrari at reka enn Magnus Heinason, og sigur hann, at hetta mál er rokkið við skipinum frá MEST.

 

Nýggja skipið fer at hava sama manningartal, og við somu sigliferð brennir nýggja skipið væl minni enn Magnus Heinason, hóast skipið hevur væl størri motororku.