Tað er ikki alla staðni, at tíðindini um eina ætlaða fótbóltshøll í Eysturoynni verða eins væl móttikin.
Í øllum førum hevur tað verið tutlað úr høvuðsstaðarfeløgunum, at tey ikki vilja vera við sviðið soð á tann hátt, at tey koma at hava verri umstøður enn eitt nú eysturoyarfeløgini.
Sum skilst, so vóru tey í serliga HB og B36 rættiliga kløkk, tá tey frættu tíðindini um ætlanina hjá teimum báðum eysturoyingunum, og tað bendir eisini á, at feløgini ætla at gera nakað við hetta.
Í øllum førum hava umboð fyri HB, B36 og AB í vikuni heitt á Býráðið um at taka upp samstarv við FSF um møguliga ger av fótbóltshøll.
Okkum kunnugt, so hevur málið tó enn ikki verið til nakra viðgerð í Býráðnum, og spurningurin er so helst eisini, í hvønn mun kommunan hevur ráð at vera feløgunum til hjálpar. Bæði tá hugsað verður um krónur og oyru, men helst eisini tí fótbólturin ?einsamallur - ikki hevur eins stóra vælvild frá øllum pørtum av havnarborgarum.