Í kvøld millum klokkan 20.30 og 21.30 verður myrkt á Havnargøtum, tí øll gøtuljósini í miðbýnum verða sløkt henda tíman.
Tórshavnar kommuna er aftur í ár við í altjóða átakinum Earth Hour 60, og tað er í hesum sambandi, at gøtuljósini í miðbýnum verða sløkt.
Hendan tíman í kvøld fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at vísa heimsins politikarum, at tey óttast globalu upphitingina, sum hóttir umhvørvið.
Eisini verður tiltak á Speakers corner hesa løtuna. Tá seta Ungdómshúsini saman við Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu fokus á Earth Hour, og Tinghúsgarðurin verður skrýddur við livandi ljósum hendan tíman.
Kommunan mælir øllum borgarum og øðrum at sløkkja alt elektriskt ljós í kvøld klokkan 20.30 til 21.30.
Átakið Earth Hour byrjaði í Sidney í Australia í 2007, har borgarar blivu eggjaðir at sløkkja ljósið í ein tíma. Hetta fyri at vísa teirra áhuga í klimaspurninginum. Tórshavnar Kommuna hevur luttikið síðan 2009.