Havnin umskapað í 20. øld

Við meistarligu tekningum sínum vísir Palli Gregoriussen okkum, hvussu Havnin sær út í dag - og tann, ið vil vita meira um húsa- og staðarnøvn í Havn hevur stóra fragd av bókini, »Tórshavn vár miðstøð og borg II«

 

? Ivi man eigin vera um, at tær stóru og ørkymlandi broytingarnar, ið fóru fram tey seinastu áratíggjuni av 20. øld, hava umskapað og broytt Havnina og umhvørvið á heilt avgerandi hátt. Fólk, ið kanska hava verið útisetar eitt stutt tíðarskeið, hava ilt við at fóta sær og kenna seg aftur, meðan vit, ið liva her dagliga, ikki kenna hetta á sama hátt. Vit varnast tað ivaleyst, men ilt er hjá okkum at taka dagar ímillum. Vit kunnu bert ásanna, at so er.

Soleiðis greiðir Palli Gregoriussen frá um bókina, »Tórshavn, vár mistøð og borg«, sum nú er at fáa í bókabúðunum.

Palli er arkitektur og hevur teknað nógvar mætar bygningar, men seinastu árini hevur hann víst síni evni á listarliga økinum, eitt nú við stórverkinum um kirkjurnar.

Í 1989 kom út fyrra bókin við tekningum úr Havnini. Hon var tá skrýdd við umleið 90 svørt/hvítum tekningum. Leingi hevur Palli ætlað at bókin skuldi koma útaftur - tó í meira bókakendum líki við litløgdum tekningum, sum í nýggja verkinum eru um 80 í tali.

Palli sigur, at hugsanin upprunaliga var at lýsa, hvussu statt er í Havnini, nú vit fara inn í 21. øld. Tíðarskeiðið, tekningarnar fevna um, er 1994-2000. Til ber at siga, at bókin lýsir Havnina hetta seksára skeiðið.

Bókin er skipað í fimm pørtum: Tinganes og gamla Havnin, havnarlagið, miðbýurin, uttan um miðbýin og uttan um Havnina.

Eitt áhugavert við bókini er, at nøvn á húsunum eru undir øllum myndunum. Tann, ið hevur áhuga fyri húsum og býlingum í Havnini finnur stóra fragd í hesi bók, sum í so máta eisini kann brúkast sum uppslagsbók um hús í Havn - eitt gott ískoyti til søguna um Havnina.

Fremst í bókini eru frágreiðingar til ymsu partanar í bókini. Greitt verður m. a. frá um Tinganes og gomlu Havnina, um havnarlagið, vágirnar báðar og fergumenninar, Dia við Stein, Tomm og Nikláa. Greitt verður frá um, hvussu miðbýurin tók at vaksa eftir at kongiligi einahandilin var tikin av í 1856. Sagt verður eisini frá traðarmonnunum og um, hvussu teir ognarleysu við lógini frá 1863 fingu høvi at keypa træðirnar, teir sjálvir høvdu lagt inn - og um risastóra Stóragarð, ið røkkur úr Válgaravík á Penapláss kring Havnina og út í Sandágerð.

Bókin, sum er innbudin í stíva permu, kostar 280 krónur.