6. UMFAR SAMANUM
Fyrsti triðingurin av fótbóltslandskappingini 2003 er lagdur afturum. Í fínastu líkindunum vórðu fýra dystir spældir, og tað gekk, sum tað hevur gjørt í flestu av hinum umførunum. Útisigrarnir vóru fleiri enn heimasigrarnir, og ein dystur endaði við javnleiki. GÍ og Skála høvdu avgjørt sítt stríð fyri einum mánað síðani. Men longu í annaðkvøld verður GÍ í dystartali aftur frammanfyri hini. Tá skulu teir spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi. Talan er um framskundaðan dyst í sjeynda umfari, tí GÍ leygardagin fer at spæla í Intertoto Cup.
GÍ verður mest kroyst, men eisini øll hini fara at hava hópin at síggja til næstu tvær vikurnar. Umfar í landskappingini verður á skránni í vikuskiftinum, mikukvøldið í næstu viku, aftur í vikuskiftinum og í miðviku, og so verður endin undan summarsteðginum í vikuskiftinum.
Tí kann tað vera, at okkurt um tríggjar vikur fer at venda niður, sum nú vendir upp. Men í løtuni er tað nógv, sum talar fyri, at tað fyri fyrstu ferð verður sama meistaralið tvey ár á rað. HBarnir tykjast avgjørt ikki at vera mettir. Sunnudagin vóru teir í Vági, har heimaliðið er í trongstøðu og leingi vísti, at teir eru fullgreiðir yvir sína støðu og ætlaðu at gera nakað við tað. Men teir megnaðu ikki at boyggja HB, sum fyri fyrstu ferð síðani 1991 fekk fult á Vágs eiði. Sigursmálið fingu teir í evstu løtu. Tað plagar at vera typiskt fyri oddalið, at tey fáa mál í síðstu minuttunum, og tað plagar ikki at vera tilvildin, sum ger tað av. At venjingarstøðan er góð og kanska betri, enn hon er hjá mótstøðumonnunum, plagar at koma til sjóndar síðstu løtuna.
Úrslitini hjá kappingarneytunum hjá HB í toppinum lagaðu seg væl fyri eldra havnarfelagið, og so fingu teir eyka hjálp á Toftum. Sunnudagin skal HB spæla á Svangaskarði, og longu sunnudagin glapp botnurin úr B68 verjuni, tá ið Hans Fróði Hansen varð rikin av vøllinum. Harvið er greitt, at hann verður ikki við ímóti HB.
B36 funnið stevið
Klaksvíkingar hava skavað ikki so lítið at stigum saman, men avrikini hava ikki verið so sannførandi, at tey hava givið ábendingar um, at tað skuldi roknast við KÍ sum røttum oddaliði. Serliga á heimavølli hevur tað gingið striltið hjá KÍ. Undan vikuskiftinum høvdu teir vunnið tríggjar ferðir á útivølli. Men góðu gongdini á útivølli syrgdi B36 so rudduliga fyri at steðga í Gundadali.
KÍ varð avsmurt 7?1. Fyrst og fremst má staðfestast, at B36 tykist vera sloppið burtur úr naggatódnini, sum teir vóru í fyrstu umførini. Í Miðvági vóru teir sannførandi, og teir vístu aftur sunnudagin, at tað skal roknast við teimum. Ikki minst eftir at Jens Kristian Hansen er komin fyri seg, er spælið farið at hanga betri saman, og tað hevur eisini lyft aðrar lyklaspælarar ? eitt nú Jákup á Borg ? til tað, sum teir áður hava víst. Í løtuni er stóri spurningurin, hvat ella um B36 fer at megna at gera nakað við HB.
Í Klaksvík er skilið ikki gott. Í trimum royndum hava teir tilsaman tapt 18?3 ímóti B36!! So livandi galið hevur tað neyvan nakrantíð í einum kappingarári hilnast hjá KÍ ímóti einum og sama liði. Tað er undrunarvert og boðar ikki frá góðum, at KÍ enn eina ferð leyp so beint í felluna, sum teir fyri einum stórum mánað síðani tvassaðu í á heimavølli ímóti B36 ? tað var í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini.
Viðhvørt skal fingurin stingast í jørðina og bestikk takast av støðuni. Í steypakappingini var tað líka mikið, um tapið í seinnu hálvfinaluni var 3?0 ella 7?1. Soleiðis er tað ikki í landskappingardysti. Har telur málmunurin, og har hevur tað nógv at siga fyri sinniligu støðuna og harvið fyritreytirnar fyri avrikunum næstu vikurnar, tá ið fleiri umfør eru á skránni, at tað gongst so frægt, sum tað ber til. Aftaná avhølvingina í Gundadali er spurningurin, hví KÍ flutti tryggasta verjumannin í álopið, tá ið støðan var 2?0. Hvussu taktiska medvitið er, mugu teir gera upp við seg sjálvar. Men sunnudagurin var á ongan hátt sannførandi fyri KÍ.
Sum klaksvíkingurin helt fyri sunnukvøldið. Lagið er so vánaligt eftir havnarferðina, at vit mugu gleðast um danska meistaraskapin. Vit hava átt lut í danska meistaraskapinum í 2000, 2001 og nú aftur í 2003. Tað mugu vit fegnast um, meðan vit vóna, at tað fer at lýsna hjá KÍ. Soleiðis segði hann, og úrslitið í Gundadali ger tað ikki torført at fylgja honum.
Kostar nógv
Hjá VB er kostnaðurin og sviðin stórur. Teir gjørdu seg út, teir vístu góðan hugburð, og teir spældu seg til nógvar møguleikar, men teir fingu einki burturúr ímóti HB. Samstundis stóðu liðini, sum teir kappast við, seg væl. EB/Streyumur fekk eitt stig, og FS Vágar fekk trý stig. Nú er longri hjá VB upp til áttanda plássið, enn tað hevur verið í fleiri vikur.
Skála hevði frí og er framvegis stigaleyst og aftast. NSÍ hevði møguleikan at sleppa einsamalt fram á næstfremsta plássið, men teir mistu sigurin í síðstu sekundunum. At sigurin, sum er so tætt við, verður broyttur til javnleik, kostar nógv. Tað kann væl fara at vísa seg seinni í heyst, at júst tey bæði stigini, sum NSÍ misti á Eiði, fara at verða nógv saknaði.
Nú skulu føroysku feløgini spæla í Europa Cup. KÍ og NSÍ skulu til Noregs, har tað neyvan er væntandi, at tað fer at ganga so nógv øðrvísi, enn tað plagar. Oddaliðið, HB, skal til Letlands. Um nakar skal standa seg væl í Europa Cup, so skal tað ? út frá avrikunum higartil í landskappingini ? vera oddaliðið.
GÍ var leygardagin á útivølli í Intertoto Cup. Tað fekk, sum tað plagar at gera í altjóða avbjóðingunum. GÍ megnaði eina løtu út í 2. hálvleik bara at vera aftanfyri 2?1, men so fekk mótstøðuliðið tvey mál afturat, og tað hevur við sær, at talan bara verður um avgreiðsluspurning, tá ið teir leygardagin fara at spæla í Føroyum. Í hvussu so er, tá ið talan er um, hvat av liðunum skal spæla í næsta umfarinum.