Havnin skal gerast ein Smart City

Í gjár vitjaði katalanski ráðharrin fyri talgilding, Jordi Puigneró, Tórshavnar kommunu. Endamálið var at síggja, hvørjar talgildar loysnir Tórshavnar kommuna arbeiðir við. Vitjað varð í Sjóvinnuhúsinum, har KT-Felagið, Vinnuhúsið og Hugskotið løgdu fram.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, metir, at fleiri møguleikar eru innan samstarv við Katalonia um talgildar loysnir. Eitt dømi er talgilda loysnin viðvíkjandi nýggjari parkeringsskipan í Havnini, har royndarskipanin byggir á eina katalanska loysn.

                                                                                                         

Tórshavnar kommuna hevur undirskrivað avtalu við Talgildu Føroyar, og visjónin er, at býurin skal gerast ein sokallaður "Smart City", har so nógvar uppgávur sum gjørligt skulu loysast talgilt.

 

- Hugskotið er ein ótrúliga góður plattformur hjá ungum spírum bæði at menna og selja nýggjar talgildar loysnir, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

 

Ein Smart City er eitt heiti, sum býir fráa, sum nýta kunningar- og fjarskiftistøkni til at betra um tænastna, sum býrurin veitir, so sum í orku og ferðslu, so at býurin nýtir minni tilfeingi, skapar minni rusk og sum heild gerst bíligari. Endamálið er at lívið hjá íbúgvunum skal betrast gjøgnum smartu tøknina.