Havnin í Skúgvi kann bert brúkast í dýrdarveðri

Útoyggjafelagið mótmælir, at játtanin á løgtingsfíggjarlógini til havnagerð í Skúgvi, nú verður tikin til annað endamál

- Tað eru nú ligin nógv ár síðan, havnin í Skúgvi varð gjørd. Sum kunnugt gjørdist beinanvegin greitt, at havnin í verandi líki er ónýtilig uttan bert í dýrdarveðri, og øll hesi árini hava skúvoyingar bíðað og vónað, at neyðugar ábøtur verða gjørdar.

Soleiðis sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum í brævi, sum felagið hevur sent Innlendismálaráðnum.

Felagið sigur, at nú er komið hartil, at greitt er, hvat skal gerast til tess at fáa bátahylin og innsiglingina kyrra, og var tí sera gleðiligt og hugaligt, at peningur var settur á løgtingsfíggjarlógina 2009 til endamálið.

Hvussu stóran týdning góð havnarviðurskiftir, og harvið samferðslumøguleikarnir, hava fyri nútíðarsamfelagið, sigur felagið vera øllum kunnugt.

- Í skrivandi løtu er hetta bert grundað á tíðindi í fjølmiðlunum, men er hetta veruliga ætlanin, er boðskapurin í hesi raðfesting av útoyggjum sera óheppin fyri framtíðarútlitini og tilverugrundarlagið á útoyggjunum, sigur felagið.

- Okkara áheitan er tí, at í staðin fyri at taka verandi játtan til havnagerð í Skúgvi til annað endamál, at fáa sett skjøtil á arbeiðið, og um neyðugt, at útvega eina størri upphædd til endamálið, sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum.