Í dag kl 13 verður hátíðarhald á Oyrareingjum við røðum, tónleiki og kaffiborði umborð á Smyrili
Havnar Hornorkestur fer at spæla á Oyrareingjum klokkan 13, og tað verður Jákup Símun Simonsen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar kommunum, sum fyrstu verður at flyta fram røðu, men tað fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini at gera.
Klokkan 13:30 fara Jákup Símun Simonsen og Heðin Mortensen so í felag at klippa snórin, og so er nýggja havnin alment tikin í nýtslu
Klokkan 13.35 verður alment kaffiborð umborð á Smyrli, sum liggur við bryggjuna.