Havnin og Kirkjubøur leggja saman

Kirkjubøar kommuna ynskir at samráðast við Tórshavnar kommunu um eina samanlegging. Hóast einki er avgreitt, verður tað væntandi ikki leingi til Kirkjubømúrurin verður partur av tí deiligu Havnini

SAMANLEGGING

Tann deiliga Havn er eitt av herrópunum hjá Tórshavnar kommunu. SMS plagar at nýta orðini Ein býlingur í Havn til sínar lýsingar.
Alt hetta kann væntandi innan leingi nýtast um Kirkjubømúrin. Tí fólk í Kirkjubø og á Velbastað vilja nevnliga sleppa upp í Tórshavnar kommunu.
Eitt einmælt bygdarráð í Kirkjubøar kommunu hevur vent sær til Tórshavnar kommunu við eini ynski um samanlegging við Tórshavnar kommunu ella rættari sagt realitetssamráðingar um samanlegging.
Og samráðingarnar skulu longu vera lidnar í juni mánað.
Tórshavnar kommuna og Kirkjubøar kommuna hava sum er eitt samstarv. Í fjør varð samstarvsavtala gjørd millum kommunurnar, sum millum annað merkti, at íbúgvarnir í Kirkjubø og á Velbastað kundu nýta allar fasilitetir hjá Tórshavnar kommunu og øvugt fyri ávís gjøld.
Samstarvið verður á flest øllum økjum, og stigið herfrá til at leggja kommunurnar saman er kanska ikki so stórt.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at kommunan hevur hollar royndir í at leggja kommunur saman við samleggingunum við Kollafjarða, Argja, Kaldbak og aðar kommunur seinnu árini.
Býráðið er eisini positivt innstillað fyri einari samanlegging.
Ein nevnd við umboðum fyri báðar kommunurnar er sett, og nevndin fer til verka sum skjótast. Arbeiðið skal sum sagt longu vera liðugt í juni.
Í Kirkjubøar kommunu, ið fevnir um Kirkjubø og Velbastað, búgva eini 230 fólk og kommunan hevur 69 husarhald. Kommunan er væl fyri.
Jan Christiansen vil ikki kalla samráðingarnar fyri ein avgreiðsluspurning, tí nógv ting eru at samráðst um, og enn er einki komið upp á pláss.