Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í almannamálum heldur, at Tórshavnar kommuna hevur misrøkt sína skyldu viðvíkjandi teimum eldru í kommununi.
- Í Eysturoynni og Sundalagnum hevur mann seinastu árini bygt eini 110 búpláss til eldri. Samstundis hevur mann í Havn bygt eini 50 pláss. Hetta kann mann ikki síggja á ein øðrvísi hátt, enn at kommunan ikki hevur røkt sína skyldu, sigur Hans Pauli Strøm.
- Haldi tú hevur fingið skeiva adressu. Tað stendur ongastaðni at kommunurnar skulu røkja eldraøkið, men vit hava gjørt nøkur pláss av neyð, tí landið ger onki, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hans Pauli Strøm vísir á, at hann er harmur um, at Tórshavnar kommuna ikki hevur verið ein aktivur leikari á eldraøkinum, á sama hátt, sum í Eysturoynni til dømis, har stórar útbyggingar hava verið í seinastuni.
Havnin komin í gongd
- Í Havnini er mann nú komin í gongd við at gera nøkur ting, og tað er bara gleðiligt, sigur Hans Pauli Strøm.
Heðin Mortensen vísir á, at Tórshavnar kommuna hevur fingið stuðul til nøkur frá projektir, og greiðir somuleiðis frá, at hini økini, sum hava bygt eldraøkið út, øll hava fingið stuðul frá landinum.
- Vit fingu stuðul til nøkur fá ting og eru í gongd við at byggja nøkur ting, hóast tað er ein landsuppgáva at útbyggja eldraøkið, sigur borgarstjórin í Havn. Hann heldur tað eisini vera løgið, at landið raðfestir tunlar og vegir, meðan eldraøki bara fær tað verri.
Leggjast út til kommunurnar
Heðin Mortensen og Hans Pauli Strøm eru tó samdir um, at eldraøkið kann leggjast út til kommunurnar.
- Eg havi fleiri ferðir skotið upp at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Tað hevði gjørt vegin til avvarðandi myndugleikan styttri, men kommunalu eindirnar mugu vera so mikið sterkar, at tær megna at lyfta uppgávuna, sigur Hans Pauli Strøm. Hann leggur afturat, at tað hevði verið ein møguleiki at nýta Tórshavnar kommunu til eitt royndarøki.
Heðin Mortensen greiði somuleiðis frá, at kommunan fegin vil hava eldraøki.
- Vit hava boðið okkum fram sum royndarkommuna, men tað hevur ikki borið til, sigur Heðin Mortensen.
Fólk vilja búgva heima
Heðin Mortensen ivast eisini, um tað er ein gongd leið at hava so nógv búpláss til eldri.
- Tað vísir seg, at fólk vilja búgva heima so leingi tey kunnu, og tí skuldi mann heldur givið Nærverkinum meiri pening, so tey eldru kunnu fáa hjálp meðan tey búgva heima. Hetta hevur mann bara ongan áhuga í, og sum seinastu jólagávuna var peningurin til tilhaldini eisini skorin burtur, sigur Heðin Mortensen, sum øtast av førda politikkinum. Hann undrast eisini at Tórshavnar kommuna hevur fingið so lítið av stuðli frá landinum til eldraøki, tí tørvurin hevur verið so stórur í Suðurstreymi alla tíðina.









