Havnin letur plantupakkar í miðbýnum í dag

Seinasti dagur í umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommun er í dag.

 

Nógv tiltøk eru á skránni seinasta dagin í umhvørvisvikuni hjá Tórshanar kommunu. Eitt nú fæst ókeypis plantupakki á Vaglinum.

 

Øll fáa ein ókeypis plantupakka at taka heim við. Har eru trý sløg av pakkum at velja ímillum, ein

plantupakki við harðbaldnum runnum og trøum, berjarunnarpakki og pakki við fleiráraurtum. Fólk í bygdunum í kommununi fáa plantupakkar næsta leygardag.

 

Úr skránni kann nevnast, at Turið Horn, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, handar vinningarnar til vinnararnar av teknikappingini, har verður livandi tónleikur við Sámal Ravnsfjall. Á Speakers Corner er framsýningin »Plastnýtsla og plastdálking«.

 

Í Perluni er framsýning úr plastburturkasti, og í Steinatúni er verður ein glasklár bingja við plastburturkasti frá ruddingardøgunum í Steinatúni sýnd fram.