Havnin klár um góðan tíma

Tey telja av øllum alvi í Høllini á Hálsi í Havn.

 

Tey telja av øllum alvi í Høllini á Hálsi í Havn.

 

– Eg vænti, at vit verða liðug at telja, tá klokkan er farin nakað av 23, sigur Jóan Petur Hentze, formaður í valstýrinum í Havn.

 

Av teimu 12.472 veljarunum, sum kunnu velja í Høllini á Hálsi hava 11.002 verið á valið. Tað merkir, at valluttøkan er 88,2 prosent.

 

Í løtuni býta tey tær 11.002 atkvøðurnar út á tey sjey borðini fyri gera upp, hvussu nógvar atkvøður teir sjey flokkarnir hava fingið. Síðani verða tær persónligu atvkøðurnar taldar.

 

Jóan Petur Hentze væntar, at úrslitið er klárt um ein góðan tíma. In.fo fylgi uppteljingini – og vit vænta at hava eina ábending ein hálvan tíma áðrenn endaliga úrslitið er klárt.