Havnin klár at taka ímóti teimum eldru

Hugnaløta var á Reinsarínum seinnapartin, í sambandi við, at Tórshavnar kommuna nú er til reiðar at yvirtaka eldraøkið 1. januar.

- Vit eru klár og nú kunnu vit endiliga taka okkum av løttum eina løtu. Síðan fara vit í felag at prógva, at Tórshavnar kommuna og Heilsu- og umsorganartænastan liva upp til tey krøv og tær væntanir, sum borgararnir og vit sjálvi seta okkum – bæði í mun til røkt, viðgerð, fyribyrging, heilsustimbran og rehabilitering, segði Heðin Mortensen á hugnaløtu í Reinsarínum seinnapartin, tá hátíðarhildið varð, at fyrireikingararbeiðið til yvirtøku av eldrarøktini var liðugt.

- Full ferð varð sett á í apríl serliga í mun til bygnaðin, og nú í heyst hevur aftur verið ein stór tilgongd, nú meira í mun til arbeiðsgongdir og tænastur ítøkiliga, fígging, kt-skipanir og nógvar aðrar spurningar, greiddi Heðin Mortensen frá á hugnaløtuni.

- Tí skulu vit tryggja borgarunum tær tænastur, tey sambært lóg hava krav uppá fyri teir pengar, vit fáa út við eldraøkinum, so er neyðugt at skipa okkum øðrvísi enn í dag, vit skulu arbeiða øðrvísi enn í dag, og vit skulu loysa uppgávurnar og samskapa bestu loysnirnar í felag, so at tær eisini halda fleiri ár fram. Nú, tvær vikur áðrenn størstu kommunalu yvirtøkuna í Føroya søgu, er Tórshavnar kommuna klár, segði Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen greiddi frá, at ein nýggjur stovnur er skipaður – Heilsu- og umsorganartænastan. Harumframt er ein nýggjur bygnaður skipaður fyri alt eldraøkið, har heildartænasta til borgaran verður tryggjað bæði í mun til fíggjarliga og fakliga tilfeingið, og uttan mun til um tað er búpláss, heimarøkt ella onnur tilboð, sum einstaki borgarin hevur tørv á.