Tað er hugaligt at fáa reaktiónir uppá tað, ein ber fram, og 14. juli hevði Heðin Mortensen borgarstjóri eina viðmerking til mítt lesarabræv. Skal ikki siga so nógv til hana uttan til tað síðsta, sum hann skrivar, um kanningina millum ung lesandi uttanlands, sum hann vil taka til eftirtektar, og skapa tær røttu umstøðurnar í høvuðsstaðarøkinum soleiðis, at 70-80 % av lesandi føroyingum uttanlands koma heim aftur at búgva.
Satt at siga, so trúgvi eg einki uppá slíkar kanningar. Tað er rætt, at Havnin kann bjóða teimum lesandi uttanlands væl fleiri tilboð, enn bygdirnar, men í mun til tað, sum teir stóru býirnir hava at bjóða, eru tilboðini hjá Havnini bert ein viðfáningur. Um Havnin ætlar at kappast við stórbýirnar uppá teirra premissur, so er hon dømd til at tapa uppá forhond, tí tú kanst ikki konkurera við hinar metropolarnar, uttan so at tú sjálvur ert ein metropolur.
Tey ungu útbúnu fólkini, sum eru farin, eru farin; tað gert einki við tað. Tað, sum vit kunnu gera nakað við, er at ávirka tey, áðrenn tey fara avstað:At geva børnunum og teimum ungu so góðan uppvøkstur, sum vit megna, og læra tey at vera góð við tað, sum vit hava og at síggja stórt í tí, soleiðis at tey hava nakað at leingjast eftir, tá íð tey eru farin heiman ífrá at søkja sær útbúgving.
Ilt er at siga, hvat “tað góða lívið” er, men sambart National Geographic hava vit eitt tað vakrasta umhvørvið í heiminum at liva tað í, og vit hava eina serstaka og livandi mentan, sum er verd at vitja. Tað er hetta, sum er okkara støði og grundarlag, sum vit hava fingið at røkja og hjúkla um og verja og styrkja og menna og byggja víðari á.
Áðrenn bilarnir og maskinurnar komu og gjørdu umhvørvið vandamikið, høvdu børnini størri frælsi til sjálvi at fara út at kanna náttúruna og leggja hana undir seg, soleiðis sum t.d. William Heinesen, Jens Pauli Heinesen og Heðin Brú siga frá í sínum skaldskapi. Hetta mista Paradísið kunnu vit fáa aftur við at álaggja barnagørðum og skúlum at fara meira út í náttúruna við børnunum, og at nýta hana meir í undirvísingini. Eitt átak, sum kanska er lættari á bygd, har hagin, áin, fjøran og sjógvurin, hvørt við sínum undirverkum og lívi og vøkstri, eru nærri við. Børnini skulu fara út í náttúruna ikki bara við rekreatión fyri eyga, men tí at náttúran eisini er okkara tilfangi, sum vit skulu liva av og við. Tess betur tú kennir náttúruna, tess betur ert tú tí førur fyri at liva her og troyta teir møgulleikar, sum náttúran goymir.
Og so eiga vit at bera so í bandi, at okkara pisur ikki so ungar noyðast av landinum at søkja sær útbúgving. Her kann Havnin gera nakað, sum rættuliga munar: nevnuliga at byggja ein lærdan háskúla til útbúgving og gransking í heimligum jørðildi. Í so máta er ørgrynna at tríva í. Onkur hevur nevnt ílegugransking, onkur annar biotøkni. Og so er tað grøn orka. Sambart Jarðfangi er so mikið nógv orka í sjóvarfallsstreyminum um Føroyar, at um vit kunnu temja hana, so er hon ikki einans nóg mikið til alla orkunýtslu í landinum, men so kann grøn orka gerast okkara størsta útflutningsvøra, og tað er nakað at seta í knappholið!
Orsøkin til, at so lítið verður gjørt við at granska í sjóvarfallsorku uttanlands, er, at av tí at sjóvarfallið alla tíðina skiftir ímillum streym og kyrrindi, mást tú hava onkra battarískipan afturat, fyri at fáa javnan streym burturúr, og hetta ger, at tað er trupult at fáa tað at svara seg fíggjarliga.
Men tú kanst bara við at hyggja at streymtalvuni aftast í blaðnum vissa teg um, at hjá okkum er ein slík battarískipan óneyðug. T. d. eru 3 tímar ímillum vestfallskyrrindi í Vestmannasundi og í Skopunarfirði. Tað merkir, at tá íð tað eru kyrrindi í Vestmannasundi, er harasti streymur í Skopunarfirði og øvugt. Um tú tí leggur eitt orkuverk í Vestmannasund og eitt í Skopunarfjørð, so fært tú javnan streym burtur úr báðum tilsamans.
Veit ikki um nakað anna stað, har viðurskiftini til at gagnnýta sjóvarfallsorku eru so lagalig sum hjá okkum. Er tað ikki upplagt, at vit tí sjálvi menna tøknina til at gagnnýta hann og heysta fruktirnar av hesum, eins og íslendingar hava gjørt við sín jarðhita? Tí hvør veit meira um havið enn vit, sum búgva mitt úti í havinum? Og hetta er størri en oljan.










