Kvinnur: Fleyr – Mjølnir kl. 15:00
Sum føroyameistari noyðist Fleyr at taka leiklutin sum favorittur á seg, men hyggja vit at úrslitunum, sum hava verið í landskappingini teirra millum í ár, so er kortini lítið, sum hevur skilt tey, og allir tríggir dystirnir vóru fimmsettarar. Mjølnir vann ein, og Fleyr tveir, og tá hevði Mjølnir fimm dystarbóltar í eina ósigrinum. Tó vann Fleyr 3-1 á Mjølni í bólkaspælinum í steypakappingini, men eisini tann dysturin var javnur. Fáa vit fjórða fimmsettaran í morgin?
Hagtølini
Mjølnir hevur verið steypavinnari sjey ferðir, men seinasta ferðin var afturi í 2014. Tá hevði Fleyr framvegis ongantíð verið steypavinnari. Fleyr vann fyrstu ferð steypakappingina í 2016, og hevur síðan vunnið tvær afturat. Bert eina ferð áður hevur finalan verið ímillum Mjølnir og Fleyr. Tað var í 2014, tá Mjølnir vann 3-0. Tað var samstundis fjórði steypafinalusigurin upp í slag hjá Mjølni, og tað hevur eingin annar megnað. Aftrat teimum sjey vunnu steypafinalunum hevur Mjølnir eisini tapt tvær; aðra fyri TB og hina fyri SÍ. Aftrat sínum trimum sigrum hevur Fleyr tapt fimm ferðir: í fjør fyri Drátti og fyrrárið fyri SÍ. Tvær aðrar eru taptar fyri SÍ, og so tann eina fyri Mjølni.
Steypafinaluúrslit hjá Fleyr og Mjølni síðan fyrstu finalurnar í 2000:
2024 Dráttur – Fleyr 3-2 (28-26, 25-23, 07-25, 25-21, 15-13)
2023 SÍ – Fleyr 3-0 (25-17, 25-19, 25-14)
2022 Fleyr – SÍ 3-1 (22-25, 25-15, 25-23, 25-21)
2020 SÍ – Mjølnir 3-2 (25-23, 25-27, 25-22, 19-25, 15-06)
2019 SÍ - Fleyr 3-2 (23-25, 22-25, 25-18, 25-18, 15-12)
2018 Fleyr – Dráttur 3-2 (22-25, 22-25, 25-15, 25-21, 15-08)
2016 Fleyr - SÍ 3-0 (25-14, 25-22, 25-20)
2014 Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-18, 25-21, 25-14)
2013 Mjølnir – SÍ (3-1, 19-25, 25-18, 19-22, 25-19)
2012 Mjølnir – SÍ 3-1 (25-22, 25-16, 19-25, 25-11)
2011 Mjølnir – SÍ 3-2 (25-15, 22-25, 25-19, 22-25, 15-12)
2009 SÍ – Fleyr 3-1 (25-19, 25-21, 22-25, 30-28)
2005 Mjølnir - TB 3-1 (25-20, 25-21, 13-25, 25-19)
2002 TB – Mjølnir 3-1 (25-18, 25-23, 13-25, 25-22)
2001 Mjølnir – Dráttur 3-2 (17-25, 17-25, 25-23, 25-15, 19-17)
2000 Mjølnir – Dráttur 2-0 (21-16; 21-16) (21-18; 24-22)
Samanlagt:
Fleyr: vunnið 3; tapt 5Mjølnir: vunnið 7; tapt 2
*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*
*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*
Menn: Mjølnir - Fleyr kl. 18:00
Fyri sjeyndu ferð upp í slag er Mjølnir í steypafinaluni, og føroyameistarin sleppur ikki undan at verða útnevndur favorittur, eisini hóast Fleyr uttan himpr vann 3-0 á SÍ í hálvfinaluni. Í landskappingini var sjáldan, at Fleyr megnaði at bjóða Mjølni av, men í tí eina av teimum fýra dystunum fór dysturin út í fimta sett, áðrenn Mjølnir vann. Eisini í bólkaspælinum hevði Mjølnir gott tak á Fleyr og vann 3-1.
Hagtølini
Finalan hjá Mjølni er tann 16. í røðini hjá teimum. Sjey eru vunnar og átta taptar. Í fjør tapti Mjølnir 3-1 fyri SÍ, sum eins og Mjølnir hevur verið 16 ferðir í finaluni; vunnið sjey og tapt níggju. Metið fyri flest steypasigrar eigur kortini ÍF við níggju sigrum í 14 finalum.
Fleyr er rárari gestur í steypafinaluni, og hevur bara verið í fýra finalum, og bert eina ferð hevur tað eydnast at fingið steypið til høldar. Tað var við 3-1 sigri á SÍ í 2017. Hinar tríggjar finalurnar hevur Fleyr tapt fyri Mjølni. Meira enn einaferð roknaðu nógv Fleyr sum favoritt tá, men Mjølnir tók teir á bóli. Verður tað øvut hesa ferð?
Steypafinaluúrslit hjá Mjølni og Fleyr síðan fyrstu finalurnar í 2000:
2024 SÍ – Mjølnir 3-1 (25-22, 29-27, 24-26, 25-16)
2023 Mjølnir – SÍ 3-1 (19-25, 25-19, 25-21, 25-20)
2022 Mjølnir – ÍF 3-1 (25-14, 23-25, 25-18, 25-18)
2021 ÍF – Mjølnir 3-2 (21-25, 25-21, 25-20, 19-25, 15-12)
2020 Mjølnir – SÍ 3-0 (25-15, 25-19, 29-27)
2019 Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-23, 25-20, 25-14)
2017 Fleyr – SÍ 3-1 (25-17, 22-25, 25-18, 26-24)
2012 SÍ – Mjølnir 3-0 (25-19, 25-16, 25-15)
2011 ÍF – Mjølnir 3-2 (25-13, 25-21, 21-25, 18-25, 15-13)
2010 SÍ – Mjølnir 3-1 (25-23, 25-19, 18-25, 25-19)
2008 SÍ – Mjølnir 3-1 (26-24, 25-13, 18-25, 26-24)
2007 Mjølnir – ÍF 3-0 (25-16, 25-21, 25-15)
2006 Mjølnir – Fleyr 3-0,(25-22, 26-24, 25-23)
2005 SÍ – Mjølnir 3-0 (25-18, 25-18, 25-23)
2001 ÍF – Mjølnir 3-0 (25-17, 25-20, 25-15)
2000 Mjølnir – Fleyr 2-1 (21-17; 15-21; 7-2) (16-21; 20-22) (15-10)
Samanlagt:
Mjølnir: vunnið 7; tapt 8
Fleyr: vunnið 1; tapt 3