Havnin hugt eftir bussum úr Tjekkia

Samráðingarnar um nýggjan bussáttmála við Tórshavnar kommunu halda fram, og í tí sambandi hava umboð fyri samráðingarpartarnar verið uttanlands at kanna og royndarkoyra bussarnar.

Umboð fyri samráðingarpartarnar hava í Danmark roynt nýggju bussarnir av merkinum SOR. Bussarnir av merkinum SOR verða framleiddir í Tjekkia, og er øll undirgrindin frá Volvo. Bussarnir av SOR-merkinum hava typugóðkenning í bæði EU og hjá danska Ferðslustýrinum og hægstu umhvørvisgóðkenning. Umboðini eru væl nøgd við bussarnar og eru samd um, at frammanundankunningin samsvarar við royndirnar tey nú hava gjørt við hesum bussum, skrivar torshavn.fo

Tað var 2. september, at býráðið samtykti at fara undir samráðingar við Gundurs Bussar, eftir at arbeiðið hevði verið boðið út, fyrst í undangóðkenning, har tríggir tilboðsveitarar vórðu góðkendir. Út frá eini heildarmeting mælti tekniska umsiting at fara undir samráðingar við Gundurs bussar og hesum tók tekniska nevnd undir við, síðani fíggjarnevnd og býráðið.

Tann nýggi sáttmálin fer at fevna um allar leiðirnar, umframt býarleiðirnar 1,2 og 3, so verða bygdirnar Kaldbak, Kollafjørður, Velbastað og Kirkjubøur eisini knýttar upp í Bussleiðina. Sambært fyribils tíðarætlan, sum gjørd er, verður miðað eftir, at teir nýggju bussarnir eru at síggja á gøtunum í vár.