B68 hevur í fagrastu líkindum tryggjað sær fulla úrtøku í fyrsta heimadystinum í ár. Úrslitið ímóti AB var 1-0. Málskjútti var Keita, sum eitt korter undan leikloki við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi frá Pól Jóhannesi Justinussen í kassan.
At AB einki fekk burtur úr ber við sær, at argjamenn framvegis eiga fyrsta stigið til góða.
Tey bæði liðini, sum eiga heimavøll í Gundadali, eru einsamøll við fullum stigatali eftir tvey umfør.
HB vann tætta uppgerð í Gundadali ímóti greipuvinnarunum í EB/Streymi, og B36 vann 2-1 í Fuglafirði. Árstalsfelagið var leikliga oman á í 1. hálvleiki, og eftir steðgin trýsti ÍF fyri at javna.
NSÍ vann tryggan 4-1 sigur í Sørvági. Tað kom væl við eftir meiri enn hálva vónbrotið ímóti KÍ fyri einari viku síðani.
07 Vestur tapið ger, at vágamenn - saman við ÍF og AB - einki stig hava fingið burtur úr tveimum teimum fyrstu umførunum.
Víkingur var favorittur í Klaksvík, men enn eina ferð eydnaðist tað ungu klaksvíkingunum at vinna eitt stig.
2. umfar
KÍ-Víkingur 2-2 (1-0)
1-0: Ivan Joensen
1-1: Súni Olsen
1-2: Finnur Justinussen
2-2: Tórður Lervig
ÍF-B36 1-2 (0-2)
0-1: Klæmint Matras
0-2: Jákup á Borg
1-2: Bartal Eliasen
B68-AB 1-0(0-0)
1-0: Keita
HB-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0: Milan Kulic
Reytt kort: Gudmund Nielsen, EB/Streymur, og Poul Thomas Dam, HB
07 Vestur-NSÍ 1-4 (0-1)
0-1: Bogi Løkin
0-2: Óli Hansen
1-2: Hendrik Rubeksen
1-3: Hjalgrím Elttør
1-4: Karoly Potemkin