Í nýggju hølunum hjá Kunningarstovuni í Gamla Bókhandli er tað eina rúmið gjørt til alnetkafé. Sambært leiðaranum í Kunningarstovuni Ingigerð á Trøðni, spyrja ferðafólk hvønn dag um hvar alnetkaféin er. Nýggja alnetkaféin fer at nøkta henda tørv.
Fleiri ár eru síðan at fyrra teldukaféin í Havn lat aftur, her var tó talan um fyrst og fremst eina spælikafé, ið tó eisini hevði alnet.
Í londunum rundanum okkum eru teldukaféir sera vælumtóktar, og eru t.d. á kunningarstovum, flogvøllum, tokstøðum og í 7-11 kioskum.