Mynd: Sosialurin

Havnin fyllist við russiskum skipum

Havnarfólk smæðast ikki við at taka ímóti russiskum skipum

 

 

Mynd: Sosialurin

Einki røkist enn fyri, at Føroyar fara at gera sum grannalondini og steingja føroyskar havnir fyri russiskum skipum.

Kríggið í Ukraina ávirkar ikki russiska virksemi í Føroyum. Í Havn er stórt virksemi við russiskum skipum í dag, nú ikki færri enn sjey russisk skip vitja høvuðsstaðin – sama dag sum uttanríkisráðharri okkara, Høgni Hoydal, hevði vitjan av danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen.

Á skipasmiðjuni stendur ein russsikur trolari, sum verður vaskaður, pussaður og málaður. Ein annar nýmálaður trolari liggur við Kjartansmola, á molanum liggja tveir stórir russar, og úti við Skansabryggjuna liggja eisini tveir.

Úti í Nólsoyarfirði er tann sjeyndi russarin á veg inn at avgreiða síni ørindi.

Flokkarnir, sum nú manna landsstýrið, stóðu saman í heyst og vildu slíta fiskiveiðuavtaluna við Russland og útihýsa russiskum skipum.

So skrivaði eitt valevni hjá Tjóðveldinum í Klaksvík eitt lesarabræv, so so broyttist alt til, at »málið má kannast ordiliga« – og tjóðveldismaðurin kom á ting.

Síðani er einki hent.

 

##med2##

Men á tingfundi mikudagin, tá Jenis av Rana setti løgmanni munnligan fyrispurning um júst hetta samstarvið, svaraði løgmaður, at landsstýrið kemur til eina niðurstøðu í hesum mánaðinum.

Men einki tingfólk tók orðið, og tí varð einki orðaskifti um fyrispurningin til løgmann.

Russararnir, sum í dag vitja Havnina eru:

•    Zakar Sorokin

•    Lira

•    Karelia

•    Yantarnyy

•    Melkart 4

•    Melkart 5

•    Kurskskaya

Sum skilst eru tað trolarar, sum umskipa veiðuna, ið síðani verður seld – í fleiri førum til Afrika ella onnur lond, ið enn vilja handla við Russland, og soleiðis útvega russisku reiðaríunum fremmant gjaldoyra.

##med3##

 

##med4##

 

Mynd: Sosialurin

Myndir: Even Skaalum