Havnin fær nýggjan prest 1. august

1. august byrjar klaksvíkingurin, Hanus Simonsen sum avloysaraprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Hann kemur fyri Bergur D. Joensen, sum í løtuni er í farloyvi sum prestur.

Hanus byrjaði at lesa gudfrøði í Keypmannahavn, men hevur síðani lisið seg lidnan við Menighetsfakultetet í Oslo. Hann fekk prógv fyri góðari viku síðani.

Hanus er 28 ára gamal og kemur hetta komandi árið at starvast saman við hinum sóknarprestinum, Hera Joensen.