Havnin fær ellisheim á Hálsi

Líkt er til, at nýggjasta ellisheimið í Tórshavnar kommunu um stutta tíð verður á Hálsi. Talan er um bygning hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, sum Tórshavnar kommuna arbeiðir við at gera til eitt ellisheim

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ikki vildi fyri kortum ikki vátta tíðindini, men nú greiðir hann frá, at ein stórur møguleiki er fyri, at bráfeingisloysnin, sum Tórshavnar kommuna skuldi finna til eldraøkið, hevur okkurt við bygningin hjá brunatryggingini á Hálsi at gera.

Heðin Mortensen greiðir somuleiðis frá, at tað skal vera ein skjót loysn, sum skal útvega 70-75 búpláss til eldri fólk, og at um henda ætlan verður veruleiki, so kemur hon at kosta millum 50-80 milliónir krónur, tá fólkini flyta inn.


Stórar umbyggingar

Hóast tað liggur í kortunum, at Tórshavnar kommuna fer at keypa bygningin hjá Brunatryggingini á Hálsi til búpláss til eldri, so dugir Heðin Mortensen at síggja, at stórar umbyggingar skulu gerast, áðrenn bygningurin kann takast í nýtslu.

- Tað, sum vit mugu gera okkum greitt, er um tað loysir seg betri at umbyggja bygningar, sum vit kunnu keypa, ella um tað loysir seg betri at fara í gongd beinanvegin at gera eitt nýtt røktarheim, sigur borgarstjórin.

Hinvegin er tað eisini soleiðis, at bygningar skulu fylgja nøkrum treytum, áðrenn fólk skulu flyta inn.

- Krøvini til búpláss til eldri eru so ómetaliga stór, og vit bíða eftir, um tað er nakar møguleiki fyri at fáa hendan bygningin góðkendan, greiðir Heðin Mortensen frá.


Gott øki

Økið, har nýggjasta heimið helst verður, hevur ofta verið kallað eitt ídnaðarøki og ein rúgva av lagur- og handilsbygningum eru har.

- Eg haldi tað er eitt sera gott øki. Men tað veldst, hvørjum mann hevur tørv á. Tað eru til dømis tríggir minuttir at ganga oman í Hoydalar, um fólk eru nóg væl fyri til tað, sigur borgarstjórin, sum sjálvur ikki hevði havt nakað ímóti at nýtt ein part av sínum aldurdómi har.

Hann greiðir tó frá, at tað er ein spurningur um loyvir, hvussu langa tíð bygningurin tekur at gerast klárur, veldst


Fleiri loysnir

Hóast Heðin Mortensen váttar, at bygningurin hjá Tryggingini á Hálsi er ein av møguleikunum kommunan arbeiðir við, so hevur kommunan, umframt ellisheimið yviri við Strond, fleiri aðrar møguleikar.

- Vit kunnu eisini keypa ein lidnan blokk, tað kann til dømis vera á Norðasta Hornið ella á Argjum millum skúlan og byggingina hjá Valbirni Dalsgarð. Og vit hava eisini øki á Karlamagnussarbreyt, sum eru púra klár at byggja á, sigur Heðin Mortensen.