Tað var í 2016, at Tórshavnar býráð samtykti at játta 465 miljónir krónur til víðkan av Skansabryggjuni og til eystara havnaøkið, men samlaða verktlanin verður nakað dýrari enn tað, harav parturin hjá J&K Petersen sambært Tórshavnar býráði verður 413 miljónir krónur.
Ymiskar orsøkir eru til, at kostnaðarætlanin ikki hevur hildið til fulnar, og ein av orsøkunum er, at grótið, sum er sprongt á Glyvursnesi og er ført heim í grótbátum, er sokkið nakað í botninum. Tískil eru út við 10 miljónir krónur meira enn ætlað brúktar til grót.
Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, sigur, at arbeiðið at útbyggja havnalagið í høvuðsstaðnum byrjaði í apríl mánaði í 2017. - Okkara fólk byrjaðu at bora, spreingja og føra grót heim av Glyvursnesi, men tað tók tað mesta av einum ári, áðrenn nakað sást aftur í vatnskorpuni.
Størsta dýpi á grótkastinum er 34 metrar, og har grótkastið liggur hægst, liggur tað níggju metrar yvir vatnskorpuni. Í eini 16 ár hava J&K Petersen átt grótbátin Siri, og í samband við havnaútbyggingina keypti felagið eisini grótbátin Ragnhild í 2017.
- Samlað er talan um stívliga fýra miljónir rúmmetrar av gróti, sum alt er borað, sprongt og ført heim av Glyvursnesi, sigur Stein Olvur Petersen og leggur aftrat, at við útbyggingini av Skansabryggjuni og eystara havnaøkinum annars fær Tórshavnar havn 995 metrar av nýggjari atløgusíðu, ið øll hevur eitt dýpi, sum í minsta lagi er 15 metrar.
Haraftrat verður havnaøkið stívliga 100.000 fermetrar størri, enn tað var áður, og av hesum fær Tórshavnar havn 95.000 fermetrar til brúks. Stein Olvur Petersen vísir á, at parturin, sum verður handaður hin 21. oktober, er tann parturin, sum áður var gamli molin, men sum nú eisini hevur atløgu á eystursíðuni.
##med2##
- Nú nýggja grótkastið liggur sum verja fyri gamla mola, er stóra grótið, ið áður lá sum verja við eystursíðuna á gamla mola, tikið upp og brúkt í havnabyggingini annars. Gamli moli er breiðkaður einar 30 metrar longur út í sjógvin, sigur stjórn í J&K Petersen.
Í Vinnubaðnum, sum er í Sosialinum í dag, verður gjørt burtur úr útbyggingini av Tórshavnar havn, og her eru prát við Stein Olv Petersen og Boga Andreassen, sum er formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Endaliga avhendingin av stóru byggiverkætlanini verður hin 15. mai næsta ár.
##med3##